Fráboðan frá borgarstjóranum kom dátt við

Tað kom dátt við at hoyra borgarstjóran í Havn sáa iva um ætlanina at byggja nýggjan musikkskúla

- Tað kom dátt við hjá okkum musikklærarum at hoyra Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn, boða frá, at ætlanin, sum er løgd um at byggja nýggjan musikkskúla, helst ikki verður veruleiki.

Tað sigur lærararáðið á Tórshavnar Musikkskúla.

 

Agnar Lamhauge, sum er talsmaður fyri lærararáðið, staðfestir, at tað var heilt afturi í 2005 at prátið tók seg upp um, at tørvur var at byggja nýggjan musikkskúla, og á almennum fundi í Norðurlandahúsinum í 2008 lovaði Heðin Mortensen, at nýggjur skúli skuldi standa liðugur innan tvey ár.

Agnar Lamhauge sigur, at nú eru so nógvir pengar brúktir at tekna og fyrireika nýggja skúlan, at nú hildu tey bjartskygdastu at tað kanska fór at eydnast.  

 

Harafturat hava musikkskúlanevnd, musikkskúlalærarar og onnur, lagt sera stóra orku í at arbeiða fyri og lýsa hvussu skúlin eigur at gerast.

  
Men meðan lyftið ljóðaði, at skúlin skuldi standa liðugur í 2015, boðar Heðin Mortensen nú mitt í øllum frá, at hann ætlar at leita eftir aðrari loysn til musikkskúlan, staðfestir lærararáðið.

 

- Og tað, sum lærarar á musikkskúlanum nú av góðum orsøkum stúra fyri, er, at hetta merkir, at tað aftur fara at ganga nógv nógv ár, áðrenn vit fáa ein nýggjan musikkskúla, sigur talsmaðurin.

 

- Flest øll kunnu vónandi vera samd um, at musikkskúlin langt síðan hevur prógvað sítt virði, men í nógv ár hevur hann virkað undir umstøðum, ið als ikki eru nøktandi.

 

- Tí er tað at vísa lítla virðing fyri eldhuganum hjá øllum umboðunum, tá man nú mitt í øllum og á henda hátt skumpar fyriliggjandi projekt og alt avrikið, ið liggur aftanfyri, til viks, sigur Agnar Lamhauge. 

 

Les eisini: Kom dátt við