Føroyska X-faktorstjørnan Jógvan Joensen spælir fleiri ferðir í Føroyum í summar og nú er eisini tónleikatiltakið við Múrin komið á skránna hjá honum. Jógvan fer á pall í Kirkjubø við mannaðum bólki.
- Nú er so tíðin búgvin til at ríka føroyingar og gestirnar við Múrin við tónleiki í heimsklassa. Á konsertini í Kirkjubø fer Jógvan at syngja egin løg, men hann lovar samstundis at tríva í kenda lagið ”Best Kept Secret”, skriva fyriskipararnir.
- Tá eg bleiv biðin um at spæla við Múrin, ivaðist eg ikki. Eg haldi, at tiltakið hóskar væl til mín tónleikastíl, og eg gleði meg at standa á stóra pallinum í Kirkjubø, sigur Jógvan Joensen.