07 Vestur hevur gjørt leiguavtalu við 21 ára gamla bretan Benni Smales-Braithwaite. Hann kemur til landið hósdagin og byrjar at venja saman við hópinum, boðar felagið frá.
- Benni hevur havt ein sera spennandi fótbóltsuppvøkstur. Hann byrjaði hjá Manchester City og fór síðani til Southampton. Tað er eisini í Southampton at hann hevur spælt flestu dystirnar. Hann hevur spælt 25 dystir í U18 Premier League og 16 dystir í Premier League 2 fyri Southampton. Hann hevur eisini verið partur av U15 og U16 landsliðshópinum hjá Onglandi, skrivar 07 Vestur.
Benni Smales-Braithwaite hevur verið í Vendsyssel síðani 2023, haðani hann er leigaður.











