Frá spælandi børnum til stór avrik

Í morgun hava Ítróttasamband Føroya og Fróðskarparsetur Føroya á øðrum sinni sett ítrótt og rørslu á skránna á stórari ráðstevnu í Kongshøll

Fróðskaparsetur Føroya skrivar, at undirtøkan er stór.

 

Á skránni eru framløgur við føroyskum og altjóða granskarum, ið lýsa nýggjastu kanningarúrslit og arbeiðið við ítrótti, heilsu og trivnaði.

 

Íðkarar greiða frá sínum persónligu royndum, og stovnsleiðarar greiða frá arbeiðinum at fáa meira rørslu inn í gerandisdagin.

 

Harumframt verður ein framløga um nýggju høllina Við Tjarnir, og hvussu vit kunnu brúka hana sum amboð til gransking og menning av ítrótti, heilsu og vælveru fyri allar føroyingar, børn, ung og eldri.

 

Á Ítróttaráðstevnuni verður dentur lagdur á ítrótt og rørslu á stovnum, serliga í barnagørðum og frítíðarskúlum. Og vit seta spurningin, hvussu vit geva okkara minstu bestu fortreytir fyri at ogna sær eitt breitt rørsluføri fyri lívið?

 

Annar partur av ráðstevnuni fer at snúgva seg um leikaramenning og sálarligu heilsuna hjá úrvalsíðkarum.

 

Ætlanin et, at fólk í barnagørðum, skúlaverki, ítróttarfeløgum og kommunum fáa íblástur til at skapa karmar, sum stuðla ítrótti, rørslu og trivnaði í samfelagnum