Í farnu viku stóð Signar í Homrum á palli í Kongens Have í Keypmannahavn, har hann framførdi á Frigg-festivalinum saman við John Johansen.
Signar fegnast um Frigg-festivalin, bæði sum tónlistarmaður og, sum áhoyrari, og hann vónar inniliga, at hildið verður fast við Frigg-festivalin í komandi tíðum.
Nú ger Signar á Homrum klárt til ta næstu uppgávuna, tá hann skal framføra á Senior-festivalin í Runavík. Hann gleðir seg til at sleppa at framføra fyri einari meiri tilkomnari áhoyrarafjøld.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eitt prát við Signar á Homrum um Frigg-festivalin í Keypmannahavn, og Senior-festivalin í Runavík.