Frøyanes kann fiska heilt inn í klettin

? Hóast Frøyanes er ein stórur línubátur, sleppur hann at fiska inn í klettin, eins og útróðrarbátarnir

Frøyanes fær somu rættindini at undir Føroyum, sum útróðrarbátarnir hava.

Tvs, at tað er onki sum forðar honum í at seta inn í klettin.

Hóast Frøyanes, ella West Freezer, sum hann nú eitur, er línubátur uppá fleiri 100 tons, er hann, sum kunnugt endaður í bólki fýra B, sum eru útróðrarbátar yvir 40 tons.

Orsøkin er, at fyri at fáa innflutningsloyvi til bátin, hava eigararnir keypt og lagt tríggjar bátar.

Og umsitingin í Tinganesi tulkar lógina um vinnuligan fiskiskap soleiðis, at tann nýggi báturin skal í sama bólk, ið bátarnir, sum fóru úr flotanum fyri hann, vóru í.

Men hetta merkir sostatt eisini, at West Freezer somu rættindi at fiska, sum útróðrarbátarnir hava.

Tvs, at hóast hann er ein stórur línubátur, er tað onki sum forðar honum í at seta inn í klettin, har aðrir línubátar ikki sleppa at royna

Á Vaktar og Bjargingartænastuni verður váttað, at West Freezer fiskar undir somu treytin sum útróðrarbátarnir yvir 40 tons.

? Sum er, er støðan tann, at ongar serligar reglur eru fyri bátar sum West Freezer,

? Tískil hevur hann somu rættindi at fiska, sum allir hinir bátarnir í bólkinum, sum hann er í. Tað eru ongar serligar avmarkingar fyri hann, hóast hann er fleiri ferðir størri enn aðrir útróðrarbátarsigur fiskiveiðieftirlitið.

Eisini í gýtingini

Hetta er eisini galdandi nú í gýtingini.

Tvs, at West Freezer hevur somu rættindi, sum útróðrarbátarnir hava at fiska.

Sostatt kemur hann ikki undir allar tær avmarkingarnar, sum aðrir línubátar koma undir.

Heldur ikki nú í sjálvari gýtingartíðini. Í gýtingartíðini eru nakrar serligar avmarkingar settar í verk. Tær eru í gildi frá 15. februar.

Summar fara úr gildi aftur 31. mars og aðrar fara úr gildi aftur 15. apríl.

Talan er um tríggjar leiðir vestanfyri.

Tann eina leiðin er friðað frá 15. februar til 31. mars fyri allan reiðskap.

Men hinar báðar leiðirnar eru friðaðar frá 15. februar til 15. apríl fyri línuskip í bólki 3.

Men av tí at West Freezer í bólki 4, eru avmarkingarnar ikki galdandi fyri hann.

Hetta verður eisini vátta á Fiskiveiðieftirlitinum.

Hoyrt um broytingar

Hinvegin sigur fiskiveiðieftirlitið, at tey hava frætt, at broytingar eru á veg, so at ymsar avmarkingar verða ásettar fyri bátar yvir eitt ávíst tonsatal, heldur enn fyri bólkarnar, sum nú.

Eftirlitið sigur, at West Freezer er ikki einasti bátur, sum er nakað stórur til at hava rættindini hjá útróðrarflotanum, t.d Skørin og Jens Chr. Svabo, sum báðir fiska við línu ímillum útróðrarbátarnar.

Tó hevur Jens Chr. Svabo mest roynt við kalvalínu.

Men hvussu langt tað er komið við hesum arbeiðnum er óvist.

Úr landsstýrinum fingu vit ongar viðmerkingr, tí ongin var at hitta, sum hevði við hesi málini at gera.

Formaðurin í meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen, sigur, at felagið hevur víst umsitingini á hendan vansan og hann harmast um, at onki er gjørt enn. Sjálvur ivast hann í, um nakað verður gjørt.

Hann sigur, at skal ein línubátur sum West Freezer hava nakran møguleika at standa seg, er treytin, at avmarkingarnar eru so fáar sum gjørligt - helst ongar, og at hann fær rættindini hjá útróðrarbátunum

Hann sigur, at skal ein línubátur sum West Freezer hava nakran møguleika at standa seg, er treytin, at avmarkingarnar eru so fáar sum gjørligt - helst ongar, og at hann fær rættindini hjá útróðrarbátunum.