Vegna Føroya Pedagogfelag
Jarvin F. Hansen, formaður
???
Sum flest øllum kunnugt, so varð eina lærari í fjør settur sum leiðari fyri Frítíðarskúlan á Tvøroyri, hóast lógin greitt ásetur, at pedagogur skal røkja hetta starv.
Felag okkara hevði ferð eftir ferð víst á, at talan var um lógarbrot, men meirilutin í býráðnum á Tvøroyri vildi kortini fremja eina starvssetan, sum teir áttu at vita, var í beinleiðis stríð við lógina.
Landsstýrismaðurin gjørdi eina jánkasliga roynd at steðga nevndu lógarbrotum, men tá á stóð, bakkaði landsstýrismaðurin fyri harðrendu framferðini hjá Tvøroyrar Býráð.
Felag okkara kærdi málið inn fyri Løgtingsins Umboðsmann, og umboðs-maðurin hevur nú givið bæði Tvøroyrar Kommunu og Almanna- og Heilsumálaráðnum eina rættuliga álvarsliga átalu fyri handfaring teirra av málinum um setan av leiðaranum fyri frítíðarskúlan.
Kann ein býráðsmeiriluti bróta galdandi lóg uttan at hetta fær fylgjur?
Álitið hjá umboðsmanninum er óhugnaligur lestur.
Vit kunnu staðfesta, at Tvøroyrar Kommuna m.a. hevur brotið:
-reglurnar um hoyring,
-reglurnar um notatskyldu,
-reglurnar um grundgeving.
Umboðsmaðurin fer so langt sum at staðfesta at:
Hendan málsviðgerð hevur verið so óforsvarlig, at umboðsmaðurin kann ikki annað enn geva kommununi eina sera álvarsliga átalu fyri handfaringina av hesum málinum.
Ein so harðliga átala verður bert givin, tá talan er um heilt grov brot á galdandi lógarreglur.
Vit hoyra nú, at eingi útlit tykjast vera fyri, at kommunan og borgarstjórin vilja virða niðurstøðuna hjá umboðsmanninum. Borgarstjórin hevur verið frammi í fjølmiðlunum har hann segði seg framvegis hava sína egnu fatan av galdandi lóggávu, sjálvt um Almanna- og Heilsumálaráðið, Umboðsmaðurin og helst allir løgfrøðingar eru á einum máli um, at bert persónur við pedagogútbúgving kann setast í starv sum leiðari fyri Frítíðarskúlan. Hetta er greitt ásett í lógini og kann ikki misskiljast.
Ein kann so spyrja seg sjálvan, um slík lógarbrot ikki eiga at fáa fylgjur.
Vit kunnu tíverri staðfesta, at einki er sum bendir á, at hetta óhugnaliga mál fær nakrar fyrlgur fyri teir persónar, sum tilvitað ella ótilvitað hava brotið galdandi dagstovnalóg, tí eingin av hinum býráðslimunum hava gjørt viðmerkingar til umrødda mál, og tí mugu vit helst ásanna, at býráðslimirnir taka undir við borg-arstjóranum.
Leikluturin hjá formanninum og næstformanninum fyri sosialu nevnd hjá Tvøroyrar Býráð
Eftir, at umboðsmaðurin hevur almannakunngjørt álit sítt hava vit fingið upplýst, at formaðurin og næstformaðurin fyri sosialu nevnd hava boðað býráðnum frá, at aðrir leiðarar eru spurdir, um førleikan hjá tí limi okkara, sum søkti nevnda leiðarastarv.
Sambært notati frá nevndarformanni og næstformanni fyri nevndini, skuldu hesir leiðarar hava boða frá, at teir ikki mettu umsøkjaran vera egnaðan sum leiðara.
Hetta var við øðrum orðum ein partur av tí grundarlag, sum býráðið tykist hava bygt sína avgerð á.
Vit hava nú fingið prógv um, at talan var um beinleiðis skeivar upplýsingar, tí formaðurin fyri sosialu nevnd hevur nú váttað, at eingin annar leiðari varð spurdur um førleikan hjá limi okkara, sum søkti nevnda starv.
Hvussu ber tað til, at nakar kann hava álit á persónum, sum geva slíkar skeivar upplýsingar, og hvat er endamálið við slíkari framferð? Hugsa hesir menn ikki um tær menniskjaligu avleiðingar slík framferð hevur við sær?
Hevur landsstýrismaðurin ikki skyldu at bera so í bandi, at borgarar landsins ikki verða fyri vanbýti ?
Vit kunnu út frá hesum máli staðfesta, at landsstýrismaðurin so dyggiliga hevur svikið skyldur sínar í hesum málinum.
Umboðsmaðurin staðfestur, at landsstýrismaðurin bakkaði fyri harðrendu støðuni hjá Tvøroyrar Kommunu.
Hetta mál hevur víst okkum, at Almanna- og Heilsumálaráðið og landsstýris-maðurin ikki hava dirvi ella vilja at skera ígjøgnum tá á stendur, og tað er rættuliga óhugnaligt at ímynda sær, at slíkt skal kunna koma fyri í einum samfelag sum okkara.
Vit ætla ikki at sleppa málinum, tí um slík mál ikki verða liðugt viðgjørd, so er vandi fyri at landsstýrismaðurin eisini í øðrum málum fer at bakka, bert mótstøðan er hørð nokk, sjálvt um talan er um greitt lógarbrot.
Hvussu er við rættartrygdini í Føroyum ?
Hetta mál setur av álvara spurnartekin við rættartrygdina hjá vanliga føroyska borgaranum.
Er tað veruliga soleiðis, at ein harðrend býráðssamgonga skal kunna tvinga vilja sín ígjøgnum, uttan atlit til galdandi lóg og rætt ??
Ein kann spyrja seg, hvør verður tann næsti, sum fer at kenna sviðan av einari býráðs-avgerð, sum er bygd á greitt lógarbrot, og har býráðslimirnir hvørki vísa virðing fyri lóg ella teimum menniskjlaigu avleiðingum, ein tílík avgerð altíð vil hava.
Hvar skal borgarin so fara fyri at varðveita síni rættindi? Vit mugu ásanna, at landsstýrismaðurin við almannamálum ikki hevur megnað at vart borgaran móti slíkari viðferð, og tá er rættartrygdin av álvara í vanda.