Frítíðarlønin hjá arbeiðsleysum verður mótroknað

Meðan tey í korona-skipanini hjá ALS fáa sína vanligu frítíðarløn útgoldna umframt løn, so mugu tey, sum vóru arbeiðsleys áðrenn koronakreppuna noyðast við at fáa sína frítíðarløn mótroknaða í ALS-útgjaldinum

Í vikuni hava fleiri av teimum, sum eru arbeiðsleys í Føroyum, fingið eitt bræv frá ALS. Í brævinum hava tey fingið at vita, at teirra frítíðarløn verður mótroknað arbeiðsloysisstuðlinum.

Arbeiðssloysisstuðulin verður harvið skerdur, soleiðis at tey fáa minni útgoldið, tí tey fyrst í mai hava fingið frítíðarløn. Tað vil siga, at tey ikki fáa nakað serligt burturúr sínari frítíðarløn.

– Arbeiðsloysisskipanin fremur hesa skerjing við heimild í kunngerð um útgjald av arbeiðsloysisstuðuli frá 26. november 1999, við seinni broytingum, sigur ALS.

ALS sigur eisini við tey, sum hava móttikið brævið, at tey hava rætt til feriu. 

– Treytin er, at tú boðar okkum frá tínum ynski um frítíð minst 7 dagar áðrenn frítíðin byrjar, skrivar ALS í brævi.

Hetta er ikki galdandi fyri tey, ið eru komin í korona-skipaninina hjá ALS. Hesi fáa sína vanligu frítíðarløn útgoldna, uttan at hon verður mótroknað ALS-útgjaldinum.