Tað var Martin Pætursson Hansen, ið fyri fýra árum síðani keypti húsini frá Bergi Godtfred.
– Eg gjørdist púra vekk í húsunum, longu fyrstu ferð eg sá tey. Eg orðaði við Berg Godtfred um at siga mær frá, seldi hann húsini, og fyri einum fýra árum síðani stóðu tey so til sølu í bløðunum, sigur Martin Pætursson Hansen.
Hann lá framvið og tað eydnaðist honum eisini at ogna sær sjáldsomu húsini.
– Av fyrstan tíð var tankin, at vit skuldu búgva har, men seinni er tann tankin sleptur. Nú er so ætlanin at nýta húsini sum frítíðarhús, sigur Martin Pætursson Hansen.
Hann sigur, at tað er ótrúliga nógv arbeiði lagt í húsini.
– Eg havi brúkt so at siga hvørt kvøld og hvørt vikuskifti at umvæla húsini. Tá eg keypti tey, vóru heili fimm rúm í miðhæddini, nú er alt eitt rúm, burtursæð frá einum WC við brúsu, sigur Martin Hansen.
Men hann hevur kortini ikki gjørt alt arbeiðið sjálvur.
– Eg havi fingið ógvuliga góða hjálp frá familju og vinmonnum. Eg hevði kortini ikki ímynda mær, at tað fór at gerast so tíðarkrevjandi, sum tað hevur verið, sigur Martin Pætursson Hansen.
Umfatandi umvæling
Tað er ikki bert tíð, ið er løgd í hetta arbeiði, men eisini nógvir pengar.
– Húsini hava eftirhondini verið rættiliga dýr. Tað er farin fram ein umfatandi umvæling, bæði innan og uttan. Alt er gjørt av nýggjum, tað verið seg undirsløg og útveggir. Heldur einki WC var í húsunum, men bert ein bukka í kjallaranum, sigur Martin Pætursson Hansen.
Tað gjørdist eftirhondini greitt, at húsini fóru at verða eitt »dýrt fornøjilsi«.
– At hava eini frítíðarhús einsamallur var ikki tað heilt optimala, og fyri einum ári síðani komu so beiggjarnir hjá mær upp í og keyptu seg inn í húsini. Og tað passaði fyri so vítt gott, tí annar er um at verða útlærdur timburmaður – eins og eg – og hin er nærum útlærdur elektrikari, sigur Martin Pætursson Hansen.
Frálíkt útsýni
Í miðhæddini er gjørdur ein karnappur, og oman á honum í loftshæddini er so gjørd ein altan. Húsini hava eisini fingið flagtak, og nú manglar bara at snøgga um uttan fyri, har ætlanin millum annað er at gera eina terassu.
Í loftshæddini er eitt kamar í hvørjum enda við einum rúmi mitt í, við útgongd til nýggju altanina.
– Hon er ikki so stór, men kortini er so mikið av plássi, at tað saktans ber til at liggja har úti og sóla sær, sigur Martin Pætursson Hansen.
Og á loftinum og serliga úti á altanini, er eitt fantastiskt útsýni. Sandurin liggur opin fyri tær, og øll víkin og partur av Vestmannasundi eru sjónlig heilt yvir á Vágalandið.
Tú sært millum annað niður á ein lítlan glastrevjabát, sum lættliga kann skrykkjast oman á víkina, og so er lag á manni at stima eina løtu við 5HK páhangsmotorinum, ella halda tráðuni ella snørinum eina løtu.
– Enn hava vit ikki brúkt húsini serliga nógv. Tey stóðu ikki liðug fyrr enn í juli, so tað hevur eisini verið eitt sindur avmarkað við tíð, sigur Martin Pætursson Hansen.
Húsini standa sera væl fyri í friðarligum umhvørvi, og kortini rímiliga tætt við Havnina.
– So her ber væl til at slappa av, burtur frá býarlívi og -larmi, sigur Martin Pætursson Hansen.
Og tað er veruliga friðarligt, og tú kanst lættliga ímynda tær friðsæluna og hugnan eitt stilt summarkvøld, tá einasta ljóðið er tutlið av aldunum, sum spakuliga sláa móti sandinum niðanfyri.