Frá svartskygni til bjartskygni

Gongdin í Føroyum er vend frá svartskygni til bjart­skygni. Hugurin og tørvurin hjá landi, kommunum og vinn­uni at gera íløgur hevur ong­an­tíð verið størri, og er eitt greitt tekin um, at á­ræðið og álitið á framtíðina er stórt.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður
-----
Okkara samfelag er á rætt­ari kós. Fólkatalið veksur aft­ur. Ar­beiðs­loysið er lágt og lækk­ar. Brutto­tjóðar­úrtøkan veks­ur. Fleiri løn­takarar eru í priv­ata vinnulívinum, og saml­aðu lønargjaldingarnar vaksa.
Fleiri búskaparlig lyklatøl peika rættan vegin.
Í kjalarvørrinum á altjóða bú­skap­ar­krepp­uni, sum brast á í 2008, hava Føroyar veru­liga fingið fóta­festið aft­ur. Okkara búskapur stendur á tryggari grund. Vit flyta okku­m frá svartskygni til bjart­skygni.

Stórur íløguhugur
Álitið á framtíðina er stórt í Før­oyum. Tað vísir stóri hug­urin at gera íløgur. Bjart­skygnið hjá landi, komm­unum og vinnulívi er so eyð­sýnt, at fleiri stór­ar verk­ætl­anir verða gjørd­ar kom­andi árini. Úr rúgv­uni kunnu nevn­ast nýtt upp­sjóv­ar­virki í Fugl­a­firði, sum vænt­andi er á­vegis, saltsilan á Tvøroyri, stóra bú­stað­ar­ætl­anin hjá Bú­­st­øðum, nýggja far­støð­in við flog­vøll­in, út­bygg­ing­arnar hjá Varð­a­num Pel­agic á Tvør­oyri, risa íløgurnar hjá Bakk­a­frost og Bank Nor­dik í Havn umframt Markn­a­gils­dep­il­in.
Fyri byggivinnuna hava mongu verkætlanirnar stóran týdn­ing. Fyri samfelagið hev­ur økta byggi­virk­semið eis­ini stóran búskaparligan týdn­ing. At land, kommunur og vinn­u­lív leggja so nógv fyri kom­andi árini er greitt tek­in um, at áræðið er stórt, og trúgv­in upp á samfelagið er bjørt.

Lágt arbeiðsloysi
Arbeiðsloysið í Føroyum er í løt­uni so lágt, at vit í Evropa telj­ast millum tey lond, ið hava lægst arbeiðsloysi. Tað er ein sólskinssøga. Hag­stov­an boðaði stutt fyri árs­lok frá, at arbeiðsloysi í Før­oy­um er 3,7 %. Tá eru eisini borg­ar­ar, ið eru farnir úr ALS, taldir við.
Hagtalsgrunnurin Eu­r­o­stat almannakunngjørdi fyri nøkr­um døgum síðani, at í mið­al er ar­beiðsloysið í teim­um 28 ES lond­um 10,9%. Í evr­u­øk­i­num er ar­beiðs­loys­ið 12,1%.
Spania (26,7 %) og Grikk­a­land (27,4%) hava hægsta ar­beiðs­loysi, meðan Eysturríki (4,8%) og Týskland (5,2%) hava tað lægsta. Hóast ávís fyr­i­varni skulu takast við at sam­an­bera tøl, kunnu vit kort­ini staðfesta, at Føroyar telj­ast millum tey lond, sum á fræg­asta hátt hava knógvað ar­beiðs­loys­inum.
Tað er eisini hugaligt at síggja, at talið av løntakarum er vaks­andi, har fleiri og fleiri verða sett í starv hjá priv­ata vinnulívinum. Hetta hev­ur so eisini við sær, at løn­ar­gjald­ing­ar­nar økjast.

Metstórur útflutningur
Føroyski útflutningurin í fjør var metstórur. Samlaði út­flutn­ing­ur­in frá 2012 til 2013 er vaks­in við tilsamans sløkum 400 milliónum krón­um. Samlaða íkastið frá okk­ara alivinnu, okkara upp­sjóv­ar­vinnu og frá okkara fjar­fisk­i­flota seinastu árini hev­ur ongantíð verið størri. Ali­fisk­ur er nú okkara størsta út­flutn­ingsvøra.

Hallið er avbjóðingin
Vit hava kortini fleiri av­bjóð­in­gar. Vánalig botnfiskaveiða und­ir Føroyum er ein orsøk til, at vit ikki hava havt størri vøkst­ur síðstu árini. Vónandi ber til at venda keðiligu gongd­ini í hesi vinnu.
Hallið í landskassanum er ein avbjóðing. Samgongan hev­ur seinastu árini lækkað halli­ð mun­andi, men enn er nak­að á mál. Búskaparligu lykl­a­tølini geva vón um, at javn­vág fæst á fíggjarlógini inn­an ikki alt ov rúma tíð.
Nógvir føroyingar vinna sína løn uttanlands. Tað er gott, at føroyska ar­beiðs­meg­in kann flyta seg í onnur lond at ar­beiða, tá niðurgongd er í Før­oy­um, men framvegis búgva og liva her á landi. Løn­ar­krón­ur úr útlandinum eru góð­ar, men eru eisini tek­in um, at vit ikki skapa nóg mik­ið av arbeiðsplássum til rætt­ar lønir og rættar før­leik­ar í Føroyum.

Gongdin vend
Gongdin er vend. Eftir nøk­ur ár í lágkonjukturi gong­ur aft­ur rættan vegin. Tað er nógv, sum talar fyri, at vit ganga í­móti bjartari tíðum. Hetta eiga vit øll at fegnast um. Sam­­an við vinnuni og treysta fólk­­i­num í Føroyum hava ring­astu brotasjógvarnir frá al­tjóða bú­skaparkreppuni vón­andi lagt seg.
Vit hava flutt okkum frá svart­skygni til bjartskygni.