Fróðskaparsetrið víðkar virksemið á heilsuøkinum

Fróðskaparsetrið hevur ambisjónir um at víðka um tilboðini og virksemið innan heilsuvísindaliguligu útbúgvingarnar, og ætlar eisini at vita, um tað ber til at stovna eina nýggja føroyska læknavísindaliga grundútbúgving

Ingolf S. Olsen

Nýggju samstarvsavtalurnar við Landssjúkrahúsið og Deildina fyri Arbeiðs- og Al­man­na­heilsu samsvara væl við ambisjónirnar á Fróð­skap­ar­setrinum, ið er farið undir at víð­ka virk­sem­ið innan gransk­ing og útbúgving á heilsu­øki­num.
Eitt nú er um­sókn­ar­freistin úti í dag at søkja tvey vísindastørv inn­an sjúkrarøktarfrøði á Fróð­skaparsetrinum – á lekt­ara- ella adjunktstigi, alt eftir hvussu fakliga væl skikk­að­ir umsøkjararnir eru. Og herfyri var eisini lýst eftir einum vísindafólki í heilsu­vís­ind­um á professara- ella lektara­stigi.
- Vit ynskja eitt tætt­ari samstarv við Lands­sjúkra­húsið, millum annað við­víkj­andi útbúgvingini til sjúkra­røktarfrøðing. Vit hava jú frammanundan samstarv um tey sjúkr­a­røkt­­ar­­frøðilesandi, sum øll taka kliniska partin av út­búgv­ingini á millum annað Lands­sjúkrahúsinum, sigur Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróð­skaparsetrinum.
Hann heldur tað eisini vera ein týdningarmiklan part av avtaluni, at lagt verð­ur upp til, at gransking á báðum stovnunum kann verða knýtt saman, soleiðis at part­arnir bjóða hvør øðrum við í granskingarverkætlanir og minnast til at kunna hin part­in, tá gransking fer í gongd.
- Í granskingarhøpi eiga vit at leggja okkum eft­ir at sam­starva breitt á heilsu­øki­num, sigur rektarin.

Læknavísindi
Men ambisjónirnar røk­ka longur enn til grans­k­ing­ar­sam­starv og at økja talið av sjúkra­røktarfrøðilesandi. Um­framt fleiri onnur sam­størv í avtaluni, snýr ein partur av henni seg um at kanna og lýsa, hvussu ein grund­útbúgving í lækna­vís­indum kann skipast í Føroyum, og hvussu fram­halds­út­búgvingin kann tryggj­ast í samstarvi við út­lendsk universitet.
- Ja enn eru tankarnir við-víkjandi læknavísindaligu grund­út­búgvingini á byrjan­­ar­­stigi, men teir eru grundaðir á, at tað er ein vaks­andi áhugi millum fólk, ið ynskja at lesa innan heilsu­øk­ið, sigur Sigurð í Jákups­stovu.

Bachelor ella minni
Um grundútbúgvingin í lækna­vís­ind­um verður veruleiki, er tað tó enn óvist, um talan verður um eina bachelor-útbúgving ella eina út­búgv­ing á eitt sindur lægri stigi.
- Skulu vit bjóða eina slíka grund­útbúgving, mugu vit gera eina samstarvsavtalu við onnur universitet um at taka ímóti okkara lesandi til framhaldslesturin, sigur Sigurð í Jákupsstovu.