Í kvøld, mikukvøldið, skipar Fróðskaparsetur Føroya fyri almennunum fundi í Miðlahúsinum har tey fara at greiða frá teimum útbúgvingum, tey hava á Setrinum. Har fer sostatt at bera til hjá teimum, sum hava ætla sær undir hægri lestur, at fáa eina kunning um, hvat vit hava at bjóða á Fróðskaparsetrinum.
Á fundinum fara umboð fyri allar útbúgvingarnar at siga frá og tað fer eisini at bera til hjá áhoyrarum at seta spurningar.
Fundurin verður klokkan 19.30 og tá ið Jóan Pauli Joensen, rektari, hevur bjóðað fólki vælkomnum, fara umboð fyri tær ymsu útbugvingarnar at greiða frá og her er talan um umboð fyri Læraraskúlan, Náttúruvísindadeildina, Føroyamálsdeildina, Sjúkrarøktarfrøðiskúlan og Søgu- og samfelagsdeildina.
Aftan á verður tikið saman um.
Fyri at fáa alt at glíða lættari niður, fer Guðrið Hansdóttir at syngja nøkur løg og tað verður eisini ein steðgur, har tey bjóða ein drekkamunn og smoothies.
Hjá teimum, har tað ikki ber til at fara á fundin, ber til at lurta á Rás2, sum sendir fundin beinleiðis.