Lógin myndar eina stóra broyting fyri universitetsarbeiðið í Føroyum. Hon ber í sær eina samansjóðing av ”gamla” Fróðskaparsetrinum, Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya og Læraraskúla Føroya í ein stovn og kemur helst at umfata fleiri fakøki sum frálíður. Hon kemur tí at vera karmur um universitetsgransking og universitetsútbúgvingar her á landi í framtíðini.
Frá sjálvsognarstovni til almennan stovn
Nýggja lógin hevur týdningarmiklu broytingina við sær, at Fróðskaparsetrið frá at vera ein sjálvsognarstovnur er vorðið ein almennur stovnur.
Nýggja lógin fyri Fróðskaparsetur Føroya er í stóran mun lík donsku universitetslógini í uppbygging, men tað eru kortini heilt avgerandi munir. Føroyska lógin staðfestir Fróðskaparsetur Føroya sum ein almennan stovn, meðan danska universitetslógin staðfestir donsk universitet sum ”sjálvsognar stovnar innan karmarnar av almennari fyrisiting”. Tí kann sigast, at Fróðskaparsetur Føroya í útgangsstøðinum verður stýrt politiskt, meðan donsku universitetini í sínum vísindaliga arbeiði prinsippielt eru óheftir av statsmaktini.
Lógin ásetir kortini í §1, at Fróðskaparsetur Føroya skal virka óheft av politisku skipanini, har hetta er ásett í lógini. Men í lógini eru bert fáar ábendingar um óheftu støðuna við tað, at sjálvt stýrið er politiskt valt. Í §2 er ásett, at Fróðskaparsetrið hevur granskingarfrælsi, og at landsstýrismaðurin kann ikki geva Fróðskaparsetri Føroya tænastuboð viðvíkjandi teimum uppgávum, ið eru fevndar av §2, t.e. at inna gransking og at veita frálæru sambært neyvari reglum, ið verða ásettar við løgtingslóg ella kunngerð (frá landsstýrismanninum). Men tað er ikki ásett, at hvørt vísindafólk hevur granskingarfrælsi eins og tað t.d. er ásett í donsku universitetlógini.
Men í §3 stendur, at landsstýrismaðurin viðger uppskot frá Fróðskaparsetrinum um, hvørji útbúgvingartilboð skulu vera í hvørjum fakøki, og skipar fyri eftirmeting av stovni og útbúgving sum grundarlag fyri tillagingum í kørmunum. Landsstýrismaðurin ásetir neyvari reglur fyri útbúgving og útskriving av prógvum.
Fróðskaparsetrið hevur stýri við uttanseturs meiriluta, valt av landsstýrismanninum.
Tað er ikki ókent í øðrum londum, at universitet hava stýri við meiriluta av uttanífrá komandi stýrislimum. Í donsku universitetslógini er staðfest, at donsk universitet skulu stýrast eftir hesi skipan, men tað er rættiliga sjáldsamt, og fyrikemur ikki í Danmark, at stýrið verður valt av ministaranum.
Fróðskaparsetur Føroya hevur sambært nýggju lógini stýri við 7 limum við uttanseturs meiriluta, allir tilnevndir av landsstýrismanninum. Meirilutin (4 limir) verður tilnevndur uttaneftir eftir landsstýrismansins avgerð. Umframt tilnevnir landsstýrismaðurin 2 limir eftir tilmæli frá starvsfólkunum á Fróðskaparsetur Føroya, umfatandi bæði vísindaligt starvsfólk, skrivstovufólk, laborantar og onnur hjálparfólk, og 1 lim eftir tilmæli frá teimum lesandi. Hesi tilmæli av umboðum fyri starvsfólk og lesandi fara fram eftir nærmari reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur (§10).
Stýrið setir síðan rektara í starv. Rektarin setir dekanar í starv fyri megindeildirnar, ið røkja ymisku fakøkini. Eingi starvsfólkaráð við stýrandi myndugleika eru. Dekanur kann seta ráðgevandi lestrarráð eftir tørvi. Rektari kann seta akademiskt ráðgevandi ráð.
Mótvegis hesum hevði sjálvsognarstovnurin Fróðskaparsetur Føroya sambært gomlu lógini eitt Setursráð sum hægsta myndugleika. Tað var samansett av rektara og formonnum í megindeildunum á setrinum. Megindeildir vóru tríggjar í tali í trimum ymiskum fakøkjum. Hesar deildir høvdu leiðslur, valdar av vísindaliga starvsfólkinum, men høvdu vald umboð fyri onnur starvsfólk og studentar eisini. Rektarin var valdur millum vísindaliga starvsfólki av megindeildarráðunum. Sostatt virkaði sjálvsognarstovnurin Fróðskaparsetur Føroya uttan nakra beinleiðis politiska íblanding.
Hvussu er á donsku universitetunum
Á donskum universitetum eru stýrini eisini samansett við meiriluta av uttanífrá komandi limum; men ongir limir verða valdir ella tilnevndir av ministaranum. Limirnir verða valdir sambært viðtøkum, sum eru ymiskar fyri ymisku universitetini. Fyri at tryggja óbrotna framhaldið (kontinuitetin) fara ikki allir stýrislimir frá ísenn.
Keypmannahavnar Universitet og Aalborg Universitet hava viðtøkur, har stýrið er samansett av 3 av starvsfólkunum valdum limum og 2 av studentunum valdum limum. Umframt verða uttanífrá komandi limir valdir av samlaða stýrinum, t.e. stýrið er sjálvsupplerandi.
Á Syddansk Universitet og á Danmarks Tekniske Universitet eru ”representantskab”, ið velja uttanífrá komandi stýrislimirnar. ”Representantskab” hevur sjálvt bert uttanífrá komandi limir. Teir verða valdir eftir serstakum reglum, ið eru ymiskar fyri hvørt universitetið, men óheft av ministaranum, og sum tryggja eina breiða fakliga, samfelagsliga og vinnuliga umboðan.
Ministarin hevur sostatt onga ávirkan á valið og hesa framferðina av tilnevningum av nýggjum stýrislimum.
Gott við nýggjari lóg fyri Fróðskaparsetur Føroya
Eingin ivi er um, at Føroyar trongdu til eina breiðari og nútímansgjørda universitetslóg. Viðtiknað lógin kann uttan iva nøkta nakrar av teimum spurningum, sum eru av týdningi í sambandi við at ala ein vísindaligan hugburð í vinnuligum, samfelagsligum og mentanarligum samanhangi og harvið bera framburð Føroya fólki at frama. Eg vóni at hetta endamál verður rokkið.
Spurningur kann setast við politisku stýringina og avtøku av sjálvsognarstovni
Spurningur kann tó setast við, um tað er heppið við beinleiðis politiskari stýring, har landsstýrismaður einsamallur í prinsippinum hevur so stóra beinleiðis ávirkan á gransking og hægri undirvísing, ið hann sum oftast ikki sjálvur er serkønur í. Eisini er tað vágaligt at avtaka ein sjálvsognarstovn uttan hóvasták. Hvar eru ognir ”gamla” Fróðskaparseturs Føroya nú, eru tær ognartiknar?