Frændur halda 25 ára føðingardag

Tann 21. november í ár verður dagur í viku hjá tónleikahugaðum føroyingum. Tá kemur út nýggj fløga við Frændum, og sama kvøld verður tónleikatiltak í høllini á Hálsi. Alt hetta í samband við, at 25 ár eri gingin, síðani fyrsta útgávan hjá Frændum sá dagsins ljós.

Manningin í Frændum er í hesum døgum í upptøkuhølunum, har arbeitt verður við at fáa eina nýggja útgávu við Frændum klára til útgávu tann 21.november 2009. Hetta verður samstundis dagurin, har Frændur halda sín 25 ára dag, tí í ár eru nevniliga liðin 25 ár síðani, at fyrsta útgávan hjá bólkinum kom út.

Stéintór Rasmussen, ið myndar bólkin saman við Rana Nolsø og Eyðun Nolsø, sigur um nýggju útgávuna, at talan er um nýtt tilfar, og at sangskrivingin er rættiliga javnt býtt millum teir 3 føstu kjarnulimirnar í bólkinum.

- Stílurin er ikki so nógv broyttur, men tó eru vit blivnir eldri, og møguliga hoyrist tað aftur. Vit eru loyalir yvirfyri okkara uppruna, og tónin og sangevnini eru nøkulunda tey somu, t.d. um samfelagsviðurskifti. Fólk mugu so meta um, hvørt pennurin nú er hvassari ella rundari, sigur Steintór Rasmussen.

Tann 21. november er so útgávudagurin, og tá er eisini útgávu og føðingardagskonsert á Hálsi. Talan er tó um meira enn bert eina vanliga konsert og dans, tí gjørt verður burturúr.

Høllin verður stásað, og fólk fáa bæði vátt og turt til vælkomst. Tiltakið byrjar klokkan 22 og har verður nýggja tilfarið at hoyra, umframt góðu og gomlu, kendu løgini. 18 ára aldursmark er til tiltakið, sum konstar 250 krónur, og atgongumerkir fáast á netinum á eBillett.fo og í Miðlahúsinum.