Frá Mark Spitz til Borðoyarvík

Tá útvarpsmanning við feðgunum Niels Juel og Jógvan Arge á odda fóru til Olympisku leikirnar í München í 1972, man fáur hava roknað við, at hetta skuldi fáa avgerandi týdning fyri føroyska svimjiítrótt. Ein tann størsta stjørnan í München, var amerikanski svimjarin Mark Spitz. Tá avtornaði hevði hann vunnið 7 gullmerki og var eitt navn allir føroyingar kendust við. Hesir leikirnir vórðu settir 26. august og endaðu 11. september 1972

Jon Hestoy
???????????????

Menn lógu ikki á hesum áhuganum. Longu 22. september 1972 var svimjikapping í Havn og stevndu fólk saman úr øllum Føroy-um. Henda kappsvimjing hevði stóran týdning og mett verður, at hetta var byrjanin til ta skipaðu kappsvimjing, ið er í Føroyum í dag. Kagar tú gjøgnum skránna fyri hesa kappsvimjing, síggjast luttakarar úr Havn, av Skála, Strondum, Tvøroyri, úr Vestmanna, av Sandi og ein einstakur luttakari stendur at vera úr Klaksvík, tað var eingin minni enn tann navnframi Poul Nolsøe. Eitt navn, ið seinni fær stóran týdning fyri svimjiítróttina í Klasvík.
Kappsvimjingin søguliga
Fyrsta eg veit um, at skipað hevur verið fyri kappsvimjing, er tá Tingakrossur 26. juli 1911 hevur eina lýsing, har boðið verður til kappsvimjing í Kirkjubø tann 13. august sama ár. ?3 silvur virðislønir" verða bodnar út. Teir, ið skriva undir lýsingina eru: Poul N. Pat-ursson og Poul T. Samuel-sen úr Kirkjubø, Johannes Danielsen Velbastað, C.F. Hansen og Einar Mohr úr Havn. Undirtøkan bleiv ikki nóg dygg, og 2. august verður kapping avlýst vegna ov lítla undirtøku. Fyrsta svimjikapping vit vita um, bleiv so á ólavsøku 1912. Lýsing er í Tingakrossi 24. juli 1912. Kappast skal í 20-40 metrar fyri dreingir, 50-500 metrar fyri vaksin, og svimjast skal, sum tað stendur í lýsingini: "Undervandssvømning, Livredning, Rygsvømning, Sidesvømning, Haand over Haand-Svømning etc.". Stigtakarin var eysturoyarpresturin Absalon Joensen. Sum mann vera tann ein-staklungurin, ið hevur gjørt mest fyri at fáa føroyingar at læra at svimja.
Tingakrossur hevur tann 31. juli 1912 frásøgn frá ólavsøku-kappsvimjingini, og greiða teir frá, at áhugin var stórur frá áskoðarunum, hóast tað ringa veðrið.
Teir ið fingu vinningar vóru: Poul Poulsen av EiðI, ið svam 156 metrar í 4 minuttir. Poul Olsen av Eiði svam 104 metrar í 2 minuttir og 15 sekund. S.P. Petersen (yngri) úr Fugla-firði svam 52 metrar í 59 sekundum. Andreas Johansen úr Havn svam 40 metrar í 43 sekund. Peter Vige-lund, Frits Kristiansen úr Havn og Sofus Hansen av Nesi svumu 20 metrar í 30 sekund.
Ólavsøkukappsvimjing var síðani fastur táttur fram til 1984. Mong mugu vera tey, ið minnast kappingarnar í gamla hyli í Gunda-dali. Tann áhugin ið har var, flutti ongantíð við yvir í nýggju høllina í Gundadali.
Svimjihyljarnir
Gamalt var, at menn gjørdu hyljar í áum, eins og svomið var í ósum og á sjónum. Við einum vatnhita um tey tíggju stigini var tað so sum so við møguleikunum fyri undirvísing, tó so, at manga staðni vóru eldsálir, ið gjørdu stórt arbeiði at læra ungdómin at svimja.
Í fimtiárunum vórðu so hyljar bygdir í Vestmanna og í Havn. Hylurin í Vestmanna var 10 metrar langur, meðan tann í Havn var 25 metrar, men hesir vóru uttandura, so bara var svomið um summarið. Í sekstiárunum vorðu so skúlahyljarnir bygdir. Hetta vóru hyljar, ið flest allir vóru 16 2/3 metrar langir. Vikuna áðrenn fyrstu Føroya meistarakappingina í september 1974 skrivaði Árni Dahl so í ítrótta-oddagrein í Dimmalætting:
...Nakað er batnað í seinastuni, tá menn í samband við skúlabygging hava kloynt ein svimjihyl upp á tekningina - hervið fekk skúlaungdómurin betri kor til at læra at svimja, men skuldu tey so havt hug til at luttikið í svimjikappingum, fyri ikki at siga fyrireikað slíkar, so er heft og fyribundið, tí skúlahyljarnar á ongan hátt eru kapping-arhyljar - einar 10-12 m ov stuttir til tess. Ófatuligt at myndugleikar og ráðgevar-ar teirra í okkara nýmótans tíð kunnu gera slíkar brølarar, sum tað er at byggja 15 m hyljar - tað hevði jú kostað so lítið meira at longt hylin við 10 m, so hann stóð altjóða kappingarmál.
Hóast hesi brek sýnist áhugin fyri svimjiítróttina nú at vera í menning og takk skal svimjideild ÍSFs eiga fyri tað áræði, sum tað er at skipa fyri FM-kapping undir givnu viðurskiftum.
Sanniliga hevði Árni rætt! Tað er hugstoytt at hugsa sær til, at vit í Føroyum eiga 20 svimjihyljar, men bert tríggir eru 25 metrar. Restin er frá 10 til 16 2/3 metrar. Árni Dahl endar tó oddagreinina við góðum orðum:
... Ein glotti er tó framma fyri stavn, og sum so ofta, tá talan er um slíkan innan fyri okkara lítla ítróttarheim, skulu eyguni leita sær til Klaksvíkar fyri at finna hann: Býráðið har norðuri gevur borgarunum og ítróttarungdóminum har norðuri heilt ígjøgnum nýmótans svimjihøll í jóla-gávu: 25-m kappingarhyl, kavingarhyl, venjingarhyl og smábarnahyl.
Hetta er einasta gongda leið, skal svimjiítróttini sum kappingargrein verða lív lagað. Eftir er so bara at ynskja, at fyritakssemi klaksvíkinga, sum dømi var í ítróttarhallamálinum, eisini fær onnur býráð at taka betur partar fyri seg - ikki minst høvuðstaðsins býráð, sum tá tað snýr seg um ítróttarmál hevur ógvuliga deydligt seinastu árini.
Væl fullu orðini hjá Árna Dahl, fyrsta ítróttablaðmanni føroyinga. Tað fløvar at lesa hesa oddagrein nú næstan 31 ár seinni, og man ikki fyrimyndin hjá klaksvíkingum og orðini hjá Árna hava fingið havnarmenn at taka seg um reiggj og fara undir fyrireiking til bygging av nýggjari svimjihøll í høvuðsstaðnum. Men lat okkum venda okkum móti orsøkini til hesa grein: svimjing í Klaksvík.
Svimjifelagið Ægir
Tann 14. januar 1975 varð so svimjifelagið Ægir sett á stovn. Millum undangongumenninar vóru Poul Nolsøe og Magnus Mikkelsen. Lagt varð til brots beinanvegin og longu 28. juni 1975 var svimjikapp-ing í nýggju høllini. Í einum kuti úr Dimmalætting sæst, at luttøka var úr Fuglafirði, Havn, av Tvøroyri og sjálvandi úr Klaksvík. Dimma nevnir eisini áskoðaratalið, 650 klaksvíkingar hugdu at kappingini.
Føroyameistarakapping var so fyriskipað í Klaksvík leygardagin 4. og sunnudagin 5. oktober, og tað er merkisvert at síggja, at longu 10 mánaðir eftir stovnanina, varð Ægir triðbesta felag við 4 vunnum kappingum, Høgni Mikkelsen vann 3 og Jógvan Ullman eina. Tvøroyra Svimjifelag vann 10 og Havnar svimjifelag 8 kappingar. Longu árið eftir, tá triðja FM kapping var í Havn í oktober 1976, gjørdist Ægir nógv besta felagið og vann 24 av teimum 36 kappingunum og Havnar svimjifelag vann hinar 12. Hyggja vit at hesum úrslitum, so tók tað Ægir eitt ár og tíggju mánaðir at koma úr ongum til at gerast besta felag í Føroyum. Sjálvandi kann onkur siga, at venjingin og skipaninar vóru ikki so framkomnar tá sum í dag, men øll kappast jú á jøvnum føti. Ægir hevði sett seg á fyrsta plássið í føroyskari svimjing, eitt pláss, sum felagið helt uttan íhald fram til 1989 tá høllin mátti stongjast vegna misrøkt.
At koma til kappingar í svimjihøllini í Klaksvík var eitt serstakt upplivilsi. Hetta var jú einasta rættiliga svimjihøll í landinum og fyri okkum, ið komu úr svimjihylinum á Tvøroyri, ið er 12,5 metrar langur, var tað sum at koma í himmi-ríki, men tað var ikki einglasongur, ið møtti okkum. Sum fyrr nevnt var vanliga áskoðaratalið millum 600 og 700 áskoðarar, og fleiri høvdu viljað inn, um hurðin ikki varð stongd. Eg, og helst eisini onnur, minnist serliga tvær kapp-ingar, Føroyameistarakappingina í 1975 og Norðoyastevnukappingina í 1976. Høgni Mikkelsen og eg kappaðust í frísvimjing, ella sum tað varð kallað tá "crawl". Tá ein kom inn í høllina, sást dagsljósið ikki fyri áskoðarunum, ið vóru allastaðni og ýlini vórðu øgilig. Sigrar tað vildu klaksvíkingar hava!
Tað var ein øgiligur gróður í føroyskari svimjing. Serstakliga tvøramenn og klaksvíkingar kappaðust, hetta kom sjálvandi av, at vit høvdu innandura hyljar, meðan havnarmenn bara fingu vant um summarið.
Høgni Mikkelsen
Ægir hevði nógvar evnaríkar svimjarar, men ein stóð framum allar hinar og var tað Høgni Mikkelsen. Høgni var fyrsti føroyingur, ið svam undir minuttin í 100 frísvimjing. Hann setti tað føroyska metið í 100 frí í 1977 við tíðini 0.55.3.
Heri á Lava Olsen metið frá 1963 til 1975 við tíðini 1.05.6. Hetta metið varð ikki sligið fyrr enn í 1989 tá Petur Heðin á Fløtti svam 0.54.9 í finaluni til Oyggjaleikirnar. Til samanlíkningar kann sigast, at Eivind Eysturoy hevur metið í dag við tíðini 0.52.94. Høgni var fyrsti svimjarin, ið fekk gullnálina.
Høgni var ein føddur sprintari, og minnist eg týðuliga tann eina veturin, hann svam saman við okkum í AGF, at norski venjarin hjá okkum tók til, at betri sprintara hevði hann ikki sæð.
Oyggjaleikir og uttan høll
Ta tíðina, meðan eg svam niðri, hevði eg ikki nógv samband við Ægir. Í 1983 kom eg heim aftur og tá var nógv samband norðureftir, bæði sum landsliðsvenjari, nevndarlimur í Svimjisam-bandinum og venjari hjá Havnar Svimjifelag. Tá var Ægir nógv sterkasta svimji-felag í landinum. So sterkt var Ægir, at tá farið var til FM í Vági í 1984 kastaði Oluffa á Høvdanum handskan og segði í Norðlýsinum, at tey ætlaðu at vinna allar kappingarnar. Hetta var sum at vísa hundi brand og bardagin var øgiligur í Vági. Vit, tvs. Havnar svimjifelag helt seg hava klárað seg avbera væl, tá vit vunnu 7 kappingar, men hugsa tykkum hvussu sterkt Ægir hevur verið.
Eg verði noyddur at viðmerkja tað serstaka við Ægir, tá tey vóru so nógv sterkari enn øll hini feløgini, tey høvdu ongantíð hug at dovna og vera nøgd við støðuna, nei, skjótari og betri alla tíðina. Vit fóru við landsliðnum til Danmarkar í 1983, vitjaðu í Fredericia og Århus, ein avbera góður túrur, har vóru svimjarar úr Vági, Havn og Klaksvík. Í desember sama árið vóru vit við trimum svimjarum til NJM í Linköping í Svøríki, Petru Gardar og Símun á Høvdanum úr Ægir og Hera Mortensen úr Vági.
Áttatiárini vóru góð ár fyri svimjingina í Føroyum og størsta upplivingin var Oyggjaleikirnar í vórðu hildnir í Havn í 1989. Oluffa á Høvdanum hevði átikið sær at vera venjari fyri oyggjaleikaliðnum, men best sum fyrireikingarnar vóru komnar væl áleiðis, komu boðini seint í 1988: Høllin í Klaksvík stongd! Av misrøkt var neyðugt at stongja høllini, annars var vandi fyri, at hyljarnir duttu saman. Vit kláraðu okkum gjøgnum oyggjaleikirnar við sera góðum úrslitum. Men uttan svimjihøll datt virksemið hjá Ægi so gott sum niðurfyri. Kanska kann ein siga, at eftir øll tey góðu árini komu tey soltnu.
Tá høllin so var latin upp aftur vóru klaksvíkingar til dystin fús, og tað kann tykjast hugstoytt, at beint sum gongd var komin á, so var aftur stongt fyri at byggja takið um. Vána viðurskifti fyri eitt av okkara bestu svimjifeløgum.
Tillukku og føðingardagsgáva
Tá tit nú øll sita við vælbúgvi borð í kvøld 22. januar, og øll lukkuynskini verða borin fram, so vil eg loyva mær at vera burturblíður. Nú skulu tit tryggja tykkum at fáa eina svimjihøll afturat í 30 ára gávu. Ikki ein av hesum luftkastellunum, tit vita "størri og betri" men eina góða 25 metra venjingarhøll, sum Ægir hevur fult ræði yvir alla tað tíðina skúlarnar ikki nýta hana. So skulu vit øll síggja, at felagið hjá tykkum skjótt verður aftur við fullari styrki.
Góðu tit øll, gomul sum ung, hjartaliga tillukku við teimum tríati árunum og við einari hjartans tøkk fyri árini, ið eru farin.