Leygarkvøldið klokkan 19.45 verður fótbóltsárið 2018 formliga sparkað í gongd, tá árligi stórsteypadysturin millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá árinum fyri verður spældur.
Sum undanfarin ár verður dystur spældur á Tórsvølli, og hesaferð eru tað eysturoyarliðini Víkingur og NSÍ, ið møtast. Víkingur vann í fjør annað árið upp í slag føroyameistaraheitið og NSÍ vann á B36 í finaluni um Løgmanssteypið.
Stórsteypadysturin er eitt felags átak hjá Lions Club í Føroyum og Fótbóltssambandi Føroya, sum hevur til endamáls at fáa avgreitt stórsteypadystin sum tann fyrsta í kappingarárinum, samstundis sum pengar verða samlaðir inn til eitt gott endamál.
Lions Club hevur í tí sambandi gjørt av, at allur ágóðin frá dystinum millum Víking og NSÍ leygarkvøldið skal fara til viðgerðarheimið Frælsi á Eiði, sum er fyrsta viðgerðartilboð her á landi til ung millum 18 og 24 ár, sum hava trupulleikar av rúsevnum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Martin Kúrberg, leiðara fyri "Frælsið" á Eiði greiða frá virkseminum hjá viðgerðarheiminum. Samrøðan var gjørd í SportBoxini á Rás2 seinnapartin í dag.
Samrøðan sum var gjørd við Børga B. Hansen frá Lion´s Føroyar kann hoyrast HER
Rás2 sigur beinleiðis frá stórsteypadystinum. Sendingin byrjar klokkan 19.
Stórsteypadystir higartil:
2007: B36-HB 1-1 (1-1)
2008: NSÍ-EB/Streymur 4-0 (0-0)
2009: EB/Streymur-HB 1-3 (0-1)
2010: HB-Víkingur 2-1 (1-0)
2011: HB-EB/Streymur 0-2 (0-1)
2012: B36-EB/Streymur 1-2 (1-0)
2013: EB/Streymur-Víkingur 1-0 (1-0)
2014: HB-Víkingur 1-2 (0-1)
2015: B36-Víkingur 3-3 (2-2)
2016: B36-Víkingur 0-1 (0-0)
2017: Víkingur-KÍ 2-1 (1-0)