Frálíkur Føroyatúrur

Ítróttarstjórin í FC Keypmannahavn, Niels Christian Holmstrøm, er sera væl nøgdur við vitjanina hjá donsku meistarunum í Føroyum.

Donsku gestirnir úr FC Keypmannahavn er stak glaðir fyri dagarnar, ið vitjað hevur verið í Føroyum. Niels Christian Holmstrøm sigur, at teir hava havt nakrar frálíkar dagar við nógvari venjing. Somuleiðis heldur ítróttarstjórin í FCK, at teir hava leikt tveir góðar venjingardystir, ið hava givið góða dystarvenjing. Eisini hevur túrurin í Føroyum verið øgiliga góður fyri samanhald í hópinum, heldur hann.

Framúr stríðsvilji
Niels Christian Holmstrøm sigur, at hann er ikki bilsin av støðinum, ið føroysku feløgini leika á. Hann heldur, at bæði KÍ og HB eiga alla rós fyri tveir góðar dystir, har bæði liðini sýndu góðan fótbólt og framúr stríðsvilja, sigur hann.
Um dystin mikukvøldið sigur Niels Christian Holmstrøm, at tað var ein fyrimunur fyri FC Keypmannahavn at leikt var á grasi, tí at tað eru teir jú vanir við, meðan HB hinvegin ikki eru so vanir við grasvøll.