Danmark: - Fyri meg verður trúgvin á Gud enn sterkari, tá hon verður sett saman við tónleiki, sigur 23 ára gamla Laura Arensbak Kjærgaard.
Hon er ein av teimum mongu, sum hava roynt seg í sangkappingini X-factor í danska sjónvarpinum. Samstundis við hetta er hon limur í eini baptistasamkomu í Århus.
Laura er bert ein av mongum solistum við støði í eini fríkirkju, sum ger vart við seg á danska tónleikaheiminum. Gongdin er nevniliga hon, at fríkirkjurnar eru stórir útvegarar av donskum sangtalentum.
- Ferðin frá kirkjunum til tær stóru sjónvarpssendingarnar er heldur ikki so long í dag, heldur tíðindamaðurin og rithøvundurin til bókina »Frikirker for alle«, Svend L. Madsen.
Í fríkirkjunum er siður fyri rútmiskum og fangandi felagssangum við íblástri úr USA. Hesir verða ofta leiddir av ungum talentum í kirkjuni, og sum soleiðis fáa bæði venjing og avbjóðingar í lokalu kirkjuni.
- Tí meti eg ikki, at stigið er so stórt til ein pall í eini talent-sending, sigur rithøvundurin.
Natúrliga linjur
Laura Arensbak Kjærgaard, ið sum nevnt hevur andaliga heim sítt í eini baptista-samkomu í Århus, er bert eitt dømi av mongum.
Eitt annað kent dømi er Simon Matthew sum herfyri vann donsku Melodi Grand Prix-kappingina og talentkappingina »Scenen er din«. Onnur nøvn eru Lene Nørrelykke sum var ein av luttakarunum í »Stjerne for en aften«. Hesi hava øll røtur í donskum fríkirkjum.
Sambært rektaranum fyri rútmiska musikkonservatori’ið í Keypmannahavn, Henrik Sveidahl gongur ein natúrlig linja frá sanginum í eini fríkirkju til eitt lív í tónleikavinnuni.
- Tað tykist sum ein sera innlýsandi vegur, í mun til ta sangtradisjónina, ein hevur í fríkirkjunum við til dømis gospelsanginum, sum er ein grundleggjandi rútmisk tradisjón, sigur Henrik Sveidahl, sum sjálvur hevur havt fleiri umsøkjarar úr fríkirkju-umhvørvinum.
- Í hesum umhvørvinum er eitt stórt rásarúm hjá ungum at royna ymiskt kreativt, meðan ein í fólkakirkjuni leggur størri dent á klassiskan kórsang og við konservatoriu-útbúnum undirvísarum, sum hava eina heilt serstaka hugsan um, hvussu kirkjusangurin skal framberast, sigur hann.
Umleið 25.000 danir eru í dag knýttir at einari av fríkirkjunum uttanfyri fólkakirkjuna. Tær báðar størstu eru Pinsekirken og Baptistkirken.
Kendir sangfuglar úr fríkirkjunum:
· Laura Arensbak Kjærgaard, X-factor, baptistasamkoman í Århus
· Simon Mathew, danska melodi grand prix, pinsakirkjan í Keypmannahavn
· Rebekka Mathew, annar sangarin í 90’ara poppbólkinum Creamy (hin var føroyska Rannvá Joensen), pinsakirkjan í Keypmannahavn
· Lis og Per, danskir topp-veteraner, Evangeliets frikirke í Randers
· Ester Brohus, countrysangari, Apostolsk kirke í Hedensted
· Lene Nørrelykke, ”Stjerne for en aften”, Metodistkirken í Århus
· Lena Løbner, dansktopp-sangari, Evangelistbevægelsen i Hillerød