Í eina tíð hevur verið arbeitt við at gera eitt fríøki í Vantsoyrum.
Tað er Trivnaðarbólkurin fyri Miðvág og Vatnsoyrar sum hevur arbeitt við hesum, og á seinasta fundi í bygdaráðnum í Vága kommunu varð hetta málið umrøtt.
Undan fundinum hevði umsitingin í kommununi havt málið til viðgerð.
Her mælti trivnaðarnevndin til, at ein skuldi byrja at gera hetta økið sunnanfyri sparkivøllin í bygdini, meðan bæði tekniska nevndin og fíggjarnevndin hinvegin mæltu til at kanna málið nærri.
Tá málið kom fyri á bygdaráðsfundi 14. juni varð samtykt at geva loyvi til at byrjað verður at gera hetta økið sunnanfyri sparkivøllin í Vatnsoyrum.
Samstundis varð samtykt, at ein skal arbeiða víðari við økinum norðuri við ánna.










