Fróði hevur tað fínt við Atla sum liðskipara

(Ljóðsamrøða frá Rás2) 38 ára gamla landsliðskempan er væl fyri nú hann ikki hevur havt skaðar í longri tíð

Fróði Benjaminsen spældi sín landsdyst nummar 87 ímóti Ungarn á Tórsvølli, sum er met á føroyska landsliðnum.

 

Metmaðurin kendi seg væl fyri likamliga, og hann staðfestir, at tað hevur hjálpt væl uppá góða formin, at hann ikki hevur havt skaðar at dragast við í ár. 

 

Fróði Benjaminsen heldur, at tað er ein sonn frægd at spæla við einum so góðum tekniskum liði, har menn hava so góðar bóltførleikar, sum leikararnir á føroyska landsliðnum hava á núverandi liði. Fróði Benjaminsen er nøgdur við at koma í gongd við eina undankapping við einum javnleiki, tí hann hevur upplivað at missa eitt gott úrslit ímóti dystarenda áður.

 

Fróði Benjaminsen hevur tað fínt við, at Atli Gregersen nú er liðskipari, men við einum skeivum smíli sigur Fróði Benjaminsen, at tað er hann, sum bestemmar kortini. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Fróða Benjaminsen í Mixed Zone aftaná dystin ímóti Ungarn.