Fundarluttakarar:
Fyri Vestmanna skúla: Jóannes Fonsdal, skúlastjóri, Augusta E. Petersen, varaskúlastj., Kirsten Simonsen, varaskúlastj.,
Gyðja Hjalmarsdóttir, álitisfólk
Fyri Mentamálastýrið: Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, Hensar Ellingsgaard, deildarstjóri, Janus Jensen, undirvísingarleiðari,
Poul Nolsøe, løgfrøðingur.
Landsstýrismaðurin hevði biðið um fund við skúlaleiðsluna í Vestmanna skúla til tess at fáa eina frágreiðing um ein tíðindafund mikudagin 23. mai. Skúlin hevði á tíðindafundinum greitt fjølmiðlunum frá støðuni viðv. tímatillutanini komandi skúlaár.
Hóast landsstýrismaðurin ikki var komin, varð fundurin settur, og greitt var frá, hví skúlaleiðslan í Vestmanna var boðin at koma til fundar. Skúlaleiðslan fekk høvi til at lýsa síni sjónarmið. Skúlastjórin vísti á, at Mentamálstýrið í skrivi, dagfest 5. mars 2001, havði fingið eina kunning úm støðuna í skúlanum komandi skúlaár við atliti at tímatørvi, næmingatali, flokkatali, næmingum við trupulleikum av ymiskum slagi o.ø. Skúlastjórin segði, at hann hevði roknað við, at hædd fór at verða tikin fyri hesum í sambandi við tímatillutanina til komandi skúlaár.
Tá ið skúlin so um teldu fekk at vita tímatalið t. 8. mai, so var hann skjótt komin eftir, at við tillutaða tímatalinum, so fekk skúlin ikki givið næmingunum ta undirvísing, sum teir sambært lóg og kunngerðir høvdu krav uppá. Hann hevði so sett seg í samband við undirvísingarleiðaran í Fólkaskúladeildini, sum hevur tímabýti um hendi, og greitt hesum frá støðuni.
Skúlastjórin varð tá biðin um at gera eitt tímabýti við so nógvum sparingum, sum hann helt vera forsvarligar og síðan senda Fólkaskúladeildini hetta til viðgerðar. Men eftir at hava hugsað seg um, so hevði skúlastjórin gjørt av at síggja burtur frá hesum og hevði ístaðin sent Mentamálastýr-inum eitt uppskot um tímabýti uttan at hugsa um at gera skerjingar av nøkrum slagi. Hetta uppskot var sent Fólkaskúladeildini fríggjadagin t. 18. mai. Málið skuldi verða viðgjørt í Mentamálastýrinum, men mikudagin 23. mai skipaði Vestmanna skúli fyri tíðindafundi við fjølmiðlarnar um støðuna viðv. tímabýtinum.
Umboðini fyri Vestmanna skúla søgdu, at endamálið við tíðindafundinum var at vísa á ónøgd við tímatillutanina. Á umrødda tíðindafundi var sagt, at Vestmanna skúli komandi ár fór at flyta tímar frá kristni, føroyskum og rokning til tær skapandi lærugreinirnar t.e. handaverk og list. Sagt var, at hetta skuldi skiljast sum ein ?provokatión? til tess at fáa politikkarar, myndugleikar og foreldur at vakna, soleiðis at okkurt varð gjørt við hetta.
Umboðini fyri Mentamálastýrið søgdu, at hóast skúlarnir áttu at hava fingið tímarnar til komandi skúlaár í mars í ár, so hevði ikki borið til at gjørt nakað tímabýti fyrr enn Fólkaskúladeildin hevði fingð at vita endaligu játtanina til komandi skúlaár. Hóast Mentamálastýrið hevði søkt um eykajáttan í góðari tíð, so vóru fíggjarligu viðurskiftini ikki komin upp á pláss fyrrenn 3. mai., og síðan var tímatalið sent skúlunum um telduna so skjótt, sum til bar.
Viðmerkt var eisini, at hóast søkt var um góðar 8. mill kr. í eykajáttan, so var bert uml. helvtin av hesum játtað. Í sambandi við tímatillutanina til skúlarnar, so hevði tó dentur verið lagdur á at skerja hana so lítið sum møguligt í mun til verandi skúlaár.
Sum fyrr nevnt, so var skúlastjórin í Vestmanna skúla biðin um at senda stýrinum eitt tímabýti t. 18. mai. Ætlanin var so at viðgera hetta saman við skúlanum við atliti at sparingum og einari møguligari eykajáttan av tímum. Sagt var, at hetta hevur verið vanlig mannagongd í slíkum førum. Tað tyktist tí ikki sørt løgið, at Vestmanna skúli fór í fjølmiðlarnar at kæra sína neyð um vantandi tímar, áðrenn viðgerðin av tímabýtinum og avgerðin um møguliga at játta Vestmanna skúla fleiri tímar var tikin.
Umboðini fyri Mentamálastýrið løgdu dent á, at skúlaleiðarar kunnu úttala seg um øll viðurskifti, men at ávís mørk eru fyri, hvussu langt fólk í almennum størvum kunnu loyva sær at fara í hesum sambandi. Víst var á, at tað ikki kann vera rætt at broyta tímatalvuna við tí endamáli at fáa eina reaktión frá foreldrum. Hetta er skeiv mannagongd.
Viðvíkjandi tímajáttanini til Vestmanna skúla komandi skúlaár, so var víst á, at hon er á nøkurlunda sama støði, sum hon hevur verið tey seinastu árini.
Umboðini fyri Mentamálastýrið vístu eisini á fleiri møguleikar við atliti at sparingum eitt nú við samlestri í ávísum fakum og flokkum o.a., men hetta vann ikki frama. Skúlastjórin segði, at skuldi tímabýtið gerast øðrvísi, so skuldi tað gerast í Mentamálstýrinum. Umboðini fyri Mentamálastýrið vístu her á, at uppgávan hjá skúlaleiðsluni er at skipa skúlans virksemi, og herímillum at gera tær neyðugu prioriteringarnar, tá ið talan er um tímabýtið.
Umboðini fyri Mentamálastýrið undirstrikaðu, at arbeiðið hjá skúlaleiðsluni er at skipa virksemi á tí einstaka skúlanum, meðan landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina av tí samlaða fíggjarkarminum fyri fólkaskúlan og virkseminum í hesum sambandi.
Umleið kl. 11.55 kom landsstýrismaðurin á fundin. Hann segði, at hann bert hevði biðið um fund við skúlaleiðsluna í Vestmanna og ikki skúlaleiðslu saman við álitisfólki. Deildarstjórin heitti síðan á álitisfólkið um at fara av fundinum.
Av tí at spreingiarbeiði fór fram uttan fyri Mentamálastýrið, so var fundurin slitin eina løtu og síðan tikin uppaftur á skrivstovuni hjá landsstýrismanninum.
Skúlastjórin greiddi nú landsstýrismanninum frá umrøddu viðurskiftum í sambandi við tímajáttanina hjá Vestmanna skúla. Umboðini fyri Mentamálastýrið kunnaðu landsstýrismannin um gongdina í tímabýtinum til Vestmanna skúla seinastu árini.
Landsstýrismaðurin vísti á, at hann skilti ikki, hví Vestmanna skúli var farin í fjølmiðlarnar við hesum, tá ið tímatalið til skúlan var so lítið broytt í mun til seinastu nógvu árini. Hann helt, at hetta lættliga kundi skiljast soleiðis, at her vóru eisini orsøkir av politiskum slagi, ið lógu aftanfyri.
Hetta var avsannað av umboðunum fyri Vestmanna skúla.
Tá tosið fall á umrøddu prioritering av lærugreinunum í Vestmanna skúla komandi skúlaár stóðst mikil orðadráttur millum landsstýrismannin og umboðini fyri Vestmanna skúla. Av tí, at málburður landsstýrismansins í hesum sambandi var so ógvusligur, reistist annar av varaskúlastjórunum og segði, at fólk vóru á hesum fundinum, sum kundu vitna, at hon hevði sagt, at eingi politisk motiv vóru aftan fyri tiltøkini hjá Vestmanna skúla. Hon segði, at hon vildi ikki standa modell til tílíkan málburð og fór av fundinum.
Samstundis reistist hin varaskúlastjórin, meðan hon var í orðadrátti við landsstýrismannin og fór á dyr. Skúlastjórin var sitandi eftir eitt lítið bil, men handaði so landsstýrismanninum eitt skjal og fór síðan av fundinum.
Hensar Ellingsgaard, deildarstjóri
Poul Nolsøe, fulltrúði
Janus Jensen, undirvísingarleiðari