Í morgun hevði Venjingarskúlin ítróttardag. Vanliga er hann á skúlanum, men í ár varð hann hildin á Tórsbreyt.
Frælsa ítróttin slapp til sín rætt hjá Venjingarskúlanum, tá tey í morgun skipaðu fyri ítróttardegi. Hóast lið vóru í ymsum greinum, næmingarnir royndu seg í, so var tað serliga einstaklingaítróttin og frælsa ítróttin, ið varð íðkað á ítróttardegnum.
Eftir ein strævnan morgun hjá næmingunum vóru franskir hot dogs og okkurt leskandi á skránni.