Frá fjallgongu til rullupylsur

Tað er, sum ert tú til staðar og næstan kennir luktin av ull og blóði í myndarøðini Heystsuita hjá Olav Schneider. Ikki minst vekja myndirnar minnir um serligu kensluna, vit sum børn høvdu, tá vit sluppu at vera við í slaktinum millum tey vaksnu


Í summar hevur Olav Schneider ferðast kring landið við fotoframsýningini Heystsuita. Myndarøðin fortelur søguna hjá børnunum, sum eru sloppin at vera við í slaktinum  líka frá tí menninir fara á fjall, til rullupylsurnar verða gjørdar. Í løtuni er framsýningin at síggja í Leikalund í Klaksvík, har gomlu hølini hóska sera væl til myrka kjallarahuglagið í myndunum.
Søgan hjá børnunum
Hóast myndarøðin snýr seg um hetta at læra børnini um seyð og fletting, hevur Heystsuita ein alt annað enn lærandi skúlabókadám yvir sær. Her eru tað eyguni hjá børnunum, sum síggja, teirra kenslur, sum verða lýstar, teirra forvitni, undran og ikki minst hátíðarliga kenslan, tá tú sum barn sleppur at gera líka sum tey vaksnu júst sum rættir menn og óførar konur.
- Eg fekk hugskotið til at brúka sjónarhornið hjá børnunum á einum garði í Kalbak, har ein rúgva av børnum vóru við í slaktinum. Tað finnast uttan iva góðar lærubøkur til børnini um slakt við teksti og myndum av, hvussu tað ymiska eitur. Men tað er ikki søgan hjá børnunum, og tað var hana, eg vildi fortelja, sigur Olav.
Olav greiðir frá, at tað er nokk hetta at síggja, hvussu børnini allatíðina verða tikin við, sum hevur hugtikið hann mest, meðan hann hevur arbeitt við myndarøðini.
- Tað er týðiligt, at í slaktinum ræður ein serlig skipan alt eftir, hvussu gomul børnini eru, og hvat fer fram júst tá. Børnini verða upplærd spakuliga, fyrst við bara at hyggja, men rættiliga skjótt fáa tey meir krevjandi uppgávur. Hetta ávirkar so aftur teirra egnu fatan av sínum leikluti, og tað sæst í allar mátar aftur í mátanum, tey bera seg at saman við teimum vaksnu, sigur Olav.
Samspæl
Sum myndamaður er Olav sera hugtikin av myrkum umhvørvum, og tí kendist føroyska kjallarahuglaðið um heystið serliga lokkandi. Tekniskt kann tað vera torført at taka myndir í slíkum ljósi, ikki minst, tá man sum Olav hevur valt at lata myndirnar vera so realistiskar, sum til ber.
- Eg vildi fanga tað dramatiska í kropsrørslunum og andlitsútrykkunum, meðan slaktið fer fram. Tí eru heldur ongar av myndunum uppstillaðar, hóast onkur kanska hevur tann dámin, sigur Olav og sipar til myndir av eitt nú íløtum ella einum jakka, sum hongur um ein trævegg.
Samstundis sum myndirnar eru óvanliga náturligar og livandi, hava tær okkurt gátuført yvir sær. Olav greiðir frá, at svart/hvítu litirnir geva myndevninum eina aðra dimensión, sum fær tær at flyta seg ella sveima onkustaðni ímillum ein realistiskan og ein fiktivan heim. Og júst hetta serliga samspælið millum tað ítøkiliga og tað ævintýrkenda sæst eisini aftur í yrkingunum, Sonja Schneider hevur skrivað til myndarøðina, og sum hanga uppi saman við myndunum. Eitt nú í yrkingini Heystsuita, har røddin flytir seg smidliga ímillum urheimin og skálkabrosandi mammubeiggjan, millum dampandi blóð og sveitta og glógvandi barnaeygu. Bæði myndir og yrkingar ímynda eina áhaldandi gongd frá fortíð til nútíð, har tey vaksnu læra frá sær, og børnini taka imóti við at taka lut.
 
Nýggj framsýning á veg
Myndirnar í hesi røðini eru tiknar frá 2001 til 2004, og alt síðsta ár tókst Olav við at redigera og skipa tær til eina framsýning. Nú, Heystsuita er liðug, er Olav longu í ferð við sína næstu myndarøð. Herferð snýr tað seg um føroyskar náttúrumyndir í litum, ikki sum tær vanliga landslagsmyndirnar, men heldur av smærri, einstøkum, myndevnum sum til dømis blómum og djórum.
Olav hevur altíð havt áhuga fyri myndatøku, men byrjaði ikki av álvara sjálvur at taka myndir fyrr enn í 1995. Tá var hann í eitt ár á skeiði í Svøríki í dokumentarfotografi, sum eisini gav íblásturin til Heystsuitu, har myndirnar eru framkallaðar á gamla mátan í myrkakamari. Náttúrumyndirnar, Olav arbeiðir við í løtuni, verða viðgjørdar á teldu og gongst, sum ætlað, verða hesar myndirnar eisini at síggja sum myndaframsýning seinni.