Frá fiskikreppu til oljuævintýr

Oljuvinnan spardi ikki bara fiskivinnuni í Esbjerg fyri ein spakuligan og pínufullan deyða. Hon gjørdist eisini bjargingin hjá býnum, metir olju- og søgufrøðingurin Morten Hahn-Pedersen

OLJUVINNA

 

Eina løtu tykist tað sum lagn-unnar speisemi, at leið-in inn á skrivstovuna hjá ein-um av fremstu serfrøð-ing-unum innan danska olju-vinnu, Morten Hahn-Peder-sen, gongur gjøgnum eina framsýning av útróðri og fiskiskapi í gomlum døg--um, sum oljuser-frøð-ing--urin sjálvur hevur skip-að.

Men fyri Morten Hahn-Pedersen, leiðara á Fiskeri- og Søfartsmuseet í Esbjerg, er ongin andsøgn í, at skipa eina slíka framsýning sam-stundis sum hann situr og granskar í nýggjastu tøl-un-um frá oljuvinnuni. Eftir hans-ara tykki eru fiski-vinnan og oljuvinnan nevni-liga als ikki so ólíkar, sum fólk ofta ímynda sær.

-– Báðar eru eyðkendar við stórum vága og út--sveiggj--um, har tú ongantíð kanst taka nakað sum givið. Tá oljuvinnan gjørdi sína innrás í Esbjerg, var tað kanska júst fiskivinnan sum hevði slóðað fyri við tí rætta hugburðinum, hug-leiðir Morten Hahn-Peder-sen, ið eisini er útbúgvin søgu- og listasøgu-frøðing-ur.

Spard fyri pínufullan deyða

Ein sannroynd er tað í øll-um førum, at oljuvinnan gjørdi sína innrás í Esbjerg um somu tíð, sum fiski-vinnan mátti lúta. Sambært Morten Hahn-Pedersen er tað tó ein misskiljing at halda, at tað var oljuvinnan sum í 1980-90 árunum køvdi fiskivinnuna í Es--bjerg ella trokaði hana burtur. Heldur var talan um eitt samspæl av orsøkum, har lækkandi fiskaprísir og kvotuásetingar sum frá leið gjørdu tað óliviligt hjá fiskivinnuni.

– Hvønn dag hoyrdist um fólk, sum mistu sítt ar--beiðið, tí enn eitt skip mátti leggjast ella enn ein fiski-fyritøka mátti lata aftur av orsøkum, sum fiskivinnan onga ávirkan hevði á. Og útlitini gjørdust bara verri, sigur Morten Hahn-Peder-sen, sum er sannførdur um, at tað spardi fiskivinnuni í Esbjerg fyri ein pínufullan spakuligan deyða, at olju-vinnan longu stóð klár við eini røð av ítøkiligum alterna-tivum.

So hóast talið av fiskifør-um til dømis minkaði niður í næstan onki eftir lut-fallsliga stutta tíð, kendist sviðin ikki so ógvusligur. Avtalað var nevniliga longu gjørd um, at minst helm-ingurin av teimum, sum høvdu mist sítt arbeiði í fiskivinnuni, skuldu setast í starv í frálandavinnuni.

– Uttan oljuna hevði Esbjerg verið illa staddur. Hygg bara at býum sum Hull og Grimsby, sum ong-an-tíð veruliga hava reist seg aftur, eftir at fiskivinnan har hvarv. Tað er ikki ov nógv sagt, at oljuvinnan gjørdist bjargingin hjá havnini í Esbjerg og stórum parti av vinnulívinum og harvið eisini hjá nógvum húsarhaldum í býnum, sigur Morten Hahn-Pedersen.

Dugdu at laga seg

Í dag er framsýningin á Fiskeri- og Sørfartsmuseet eitt av fáu sporunum, ið eru at hóma eftir fiski-vinn-una í Esbjerg. Men hóast fiski-vinn-an er farin á forn-minnissavn, eigur vága-fýsnið, sum eyðkendi hesa vinnu, ein stóran part av æruni fyri, at fólkið so skjótt kundu laga seg til nýggju tíðina, minnir Mort-en Hahn-Pedersen á.

Í bók síni Fra viking til bore-bisse greiðir hann mill-um annað frá, at eitt tað fyrsta fólk í Esbjerg varn-aðust, var, at tað ráddi ein heilt serligur andi í olju-vinnuni. Ovurstórar pen-ingaupphæddir vóru uppá spæl, og stórir ordrar kundu koma frá eini løtu til aðra frá umbiðarum, ið hvørki himpraðust ella vóru sinn-aðir at bíða. Tí hevði tað alstóran týdning fyri fyri-tøkurnar í Esbjerg at hava fólk, ið tosaðu sama mál, sum oljufólkini – ikki minst, tí við stóru ordrunum fylgdu eisini høg krøv um góðsku, og at tíðarfreistir vórðu hildnar.

Hóast fólk í Esbjerg lítið og onki kendu til olju-vinn-una, høvdu ótryggu fiski-árini lært tey, at uttan mun til, hvussu væl tað gekst, var vandin fyri at missa á stokkinum altíð til staðar. Tí skiltu tey eisini skjótt treytirnar í oljuvinnuni, har tað oftast var sera stutt millum ovurstóran vinning og líka stóran miss, greiðir Morten Hahn-Pedersen frá.

– Í Esbjerg verður tú ikki mettur út frá, hvør tú ert, men út frá hvat tú avrikar – á sama hátt sum í olju-vinnuni, har tú ongantíð ert betri, enn tín seinasti handil. Tí dugdu fyritøkur í Esbjerg rættiliga væl at laga seg eftir ofta náðileysu treytun-um í oljuvinnuni, har ein skeivt handfarin ordri kann merkja, at tú ert ’out of business’ í stundini, sigur olju- og søgufrøðingurin.

Grulvigarður fyri servitan

Tá oljuvinnan so av álvara gjørdi sína innrás í Esbjerg miðskeiðis í 1980’unum, ráddi um at duga og tora at taka skjótar avgerðir. Um hetta eisni var ein eginleiki, ið stavaði frá fiskivinnutíðini er ilt at siga, men hesin egin--leiki hevði í øllum før-um sín týðandi lut í, at fyri-tøkur í Esbjerg so skjótt tryggjaðu sær eitt pláss í oljuvinni.

– Í fyrstu atløgu ráddi um at finna eitt hol á markn-aðinum og síðani handla skjótt. Hjá rættiliga nógvum fyritøkum eydnaðist tað væl, meðan aðrar raktu ein marknað, sum longu var mettaður. Men eisini tá, var hugburðurin einfaldur. Um tú ikki kundi verða ráðandi á marknaðinum, kundi tú altíð gerst undirveitari hjá teimum fyritøkunum, sum longu ráddi, greiðir Morten Hahn Pedersen frá.

Hann leggur afturat, at á hendan hátt sluppu fyritøkur frá at koyra fólk til hús og fingu samstundis bygt upp eina servitan, sum størri olju-fyritøkurnar illa fingu verið fyri uttan.

– Tað er lítil ivi um, at oljufyritøkurnar í Esbjerg hava havt oljuvinnuna í Norð-sjónum sum sín grulvi--garð til at menna ser-vitan. Tí stóðu tær so at siga klárar, tá møguleikin beyðst at bjóða hesa vitan fram á altjóða oljumarknaðinum, har fleiri av fyritøkunum í Esbjerg nú hava fingið fótin fastan, sigur Morten Hahn-Pedersen.

Luft undir veingirnar

Sambært Morten Hahn-Pedersen munnu tey í dag vera fá í Esbjerg, sum ynskja seg aftur í fiski-vinnu-tíðina. Víst hevði fiski--vinn-an sína sjarmu, men tú hittir ikki nógvar fíntfølandi nostalgikarar í Esbjerg, tá tosið fellir á fiskivinnuna, vissar hann um.

– Fólk í Esbjerg sóu jú, hvønn veg tað bar, og tey eru kend fyri at vera real-istisk, sigur hann.

Hinvegin er Morten Hahn-Pedersen sannførdur um, at hóast fólk í býnum framvegis hava bæði beinini á jørðini, hevur oljuvinnan onkursvegna givið teimum meir luft undir veingirnar.

-– Tú sært til dømis á blóm--andi mentanarlívinum, at fólk her eru ikki bangin fyri at hugsa stórt og øðr-vísi, tá tað skal vera. Sam-stundis er býurin vorðin sera altjóða-kendur og opin á ein hátt, so fólk aðrastaðni frá fella væl inn í býar-mynd-ina og kenna seg væl-kom-nan, sigur olju- og søgu--frøðing-urin, Morten Hahn-Peder-sen at enda.

 

 

---------

FAKTA

Frá 1968 til 2004 minkaði talið á fiskiførum úr 600 niður í 55

 

Frá 1985 til 1995 hvurvu meir enn helvtin av arbeiðsplássunum í fiskivinnuni í Esbjerg

 

Kelda. Árbók fyri Fiskeri- og søfartsmuset, Esbjerg, 2005

 

----------------------

 

 

LYKLATØL

• Meiri enn 160 oljufyritøkur hava sæti í Esbjerg

• 6000 fólk starvast í olju- og frálandavinnuni í Esbjerg, sum umsetir fyri 6,8 milliardir krónur um árið

• Miðallønin hjá starvsfólki í oljuvinnuni, ið eru búsitandi í Esbjerg, er 459.542 krónur um árið.

• 1100 fólk starvast í avleidda virkseminum frá olju- og frálandavinnuni í Esbjerg, so sum gistingar- og ferðavirksemi

• Avleidda olju- og frálandavirksemið í Esbjerg umsetir fyri 528 milliónir krónir árliga

• Umleið 80 prosent av samlaða frálandavirkseminum í Danmark hevur sæti í Esbjerg

Kelda: Danish Offshore Industry, 2007