Frádrátturin ikki nortin fyribils

Bárður Nielsen sigur, at hann í verandi støðu hevur sera lítlan hug at nerta við handverkarafrádráttin

Frádráttur

Í Degi og Viku í farnu viku førdi fomaðurin í Handverkarafelagnum fram, at okkurt mátti gerast, soleiðis at fleiri handverkarar fingust at arbeiða í Føroyum. Hetta tí tað í dag er fíggjarliga væl meira lokkandi hjá hesum at arbeiða uttanlands, tí har fáa teir skattafrádrátt fyri útreiðslur til kost og uppihald.
Her varð nevnt, at eitt hugskot kundi verið, at serligur frádráttur varð latin handverkarum í Føroyumm, men hesum vildi landstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki vita av. Ikki minst, tí hann helt, at hetta einans kundi skapa trupulleikar í mun til aðrar fakbólkar her á landi.

Má fylgja grannunum
Aðra staðni hevur handverkarafrádrátturin til tíðir verið nýttur sum eitt amboð at regulera ferðingarmynstrinum fyri handverkarar. Hetta á tann hátt, at er nógv arbeiði til í landinum, verður frádrátturin lækkaður, so tað skal vera minni lokkandi at søkja arbeiði uttanlands. Hinvegin hevur frádrátturin so verið hækkandi, um lítið av arbeiði hevur verið. Fyri á tann hátt at eggja arbeiðsmegini at gerast meira mobila.
Tað hevur tó skapt trupulleikar, tá frádrátturin er minkaður aftur, og tí er hetta ikki ein skipan, sum verður nýtt serliga aktivt longur. Og Bárður Nielsen heldur á ongan hátt, at hetta er ein skipan, sum í verandi støðu er aktuell í Føroyum.
- Fyrst og fremst, so er ein slíkur frádráttur altíð sera vandamikil at nerta við. Eitt skifti var frádrátturin hjá okkum bara 100 kr. um samdøgrið, men tað forðaði tó ikki monnum í at fara uttanlands. Heldur gjørdist tað so, at hesir skifti statsborgaraskap, so teir t.d. kundu arbeiða í Týskalandið við danska frádráttinum. Tá mistu vit alla skattainntøkuna og so er lítið vunnið, heldur Bárður Nielsen. Tí heldur hann, at tað í hesum er týdningarmikið, at vit hava nakrar satsir, sum eru á leið teir somu, sum teir eru í grannalondunum.

Trýstið ikki so stórt
Og hann leggur afturat, at hann hóast alt ikki heldur, at trýstið á heimliga arbeiðsmarknaðin er so ovurhonds stórt.
- Sjálvandi skulu vit fylgja við støðuni. Men enn tykist hetta ikki hava skapt nakrar veruligar fløskuhálsar. Hetta hevur tað almenna eisini sæð aftur í teimum tilboðum, sum eru givin. Hesi tykjast enn at svara til metingarnar, og tí haldi eg ikki, at prísurin enn er trýstur nakað serligt. Vísir tað seg, at trýstið verður ov ógvusligt, so kann tað sjálvandi koma upp á tal at gera broytingar. Men í prinsippinum dámar mær lítið at skula nerta nakað í hesum, staðfestir Bárður Nielsen at enda.