Nakað minni varð innflutt av sigarettum í 2004 enn árið undan. Í 2003 vóru innflutt 70 tons av sigarettum og í 2004 minkaði talið niður í sløk 65 tons. Sum nevnt, var bæði árini ein serliga stórur innflutningur tann seinasta ársfjórðingin.
Innflutningurin av sigarettum í síðsta ársfjórðingi hevur árini frammanundan 2003 ligið um 15 tons. Men bæði í 2003 og 2004 fór innflutningurin upp á 25 tons seinasta ársfjórðingin, vísa tøl frá Hagstovuni.
Meðan innflutningurin árini frammanundan hevur verið javnari alt árið, hevur hesi seinastu tvey árini verið stórur munur á ársfjórðingunum. Tað sýnist, sum handlarnir skunda sær at innflyta sigarettirnar, tí teir vænta at politiska tosið um avgjøld fer at dýrka vøruna.
Í 2003 var sami stóri vøkstur í sigarettinnflutningi seinasta ársfjórðingin, tí avgjaldshækkingar vóru í væntu. Men tá kom løgtingsval í vegin fyri lógaruppskotinum og tí kom eingin avgjaldshækking.
Hesa ferð raktu handlarnir kortini beint, tí nú er avgjaldshækkingin komin í gildi, men nú hava handlarnir innflutt stóran part av ársnýtsluni seinasta ársfjórðingin við lægra avgjaldinum.