- Hetta er alt ov vánaligt.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, er ikki serliga hugtikin av rundskrivinum, sum Johan Dahl hevur sent til allar almennar stovnar og øll almenn ráð fríggjadagin.
Sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum, hevur Johan Dahl hevur sent út rundskriv, sum áleggur øllum almennum stovnum og ráðum at tryggja, at øll arbeiðsmegin verður lønt eftir føroyskum sáttmálum, tá ið sáttmálar um arbeiði verða skrivaðir.
Sama rundskriv verður sent á kommununum við áheitan um tað sama.
Als ikki nokk
Hetta er verri enn so nóg mikið til at forða fyri sosialari lønardumping, staðfestir Ingeborg Vinther.
Í fyrstu atløgu staðfestir hon, at rundskrivið bara fevnir um almennar arbeiðsgevarar og sostatt ikki um teir privatu.
- Eitt rundskriv hevur lítla og onga megi og tað einasta, ið munar nakað, er, at ein beinleiðis lóg verður sett í gildi um hesi viðurskifti, sigur hon.
Hon staðfestir, at í rundskrivinum stendur, at eftirlit skal vera við, at allir føroyskir sáttmálar verða hildnir.
Men tað stendur ongastaðni, hvør skal hava hetta eftirlitið.
Og Ingeborg Vinther hevur so undir ongum umstøðum álit á, at almennir stovnar og almenn ráð fara at gera nakað sum helst fyri at tryggja, at útlendsk arbeiðsmegi í Føroyum ikki arbeiðir fyri undirløn.
Hon staðfestir, at tað eru bara fakfeløgini, sum kunnu tryggja, at allar ásetingarnar í føroyskum sáttmálum verða hildnir.
Og hon heldur, at einasti møguleikin at hava eitt neyvt eftirlit við hesum, er, at øll sosial gjøld og umsitingargjøld annars, verða goldin til føroysku fakfeløgini, tí tey eru prosentgjøld av lønini og soleiðis ber til at hava eitt neyvari eftirlit.
- Men fakfeløgini eru eisini tey einastu, sum eru før fyri at hava eitt nøktandi, virki eftirlit, leggur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, afturat.
Fund við vinnuhúsið
Av tí, at privati arbeiðsmarknaðurin ikki er við, hava føroysk løntakarfeløg biðið um fund við Vinnuhúsið fyri at vita um tað ikki ber til at fáa eina avtalu um, at sáttmálarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum, skulu virðast.
- Tað er alneyðugt, at vit fáa tryggjað, at teir føroysku sáttmálarnir verða hildnir. Verða teir ikki tað, førir tað til ójavna kapping ímillum føroyskar og útlendskar arbeiðsgevarar. Men tað kann eisini føra til ójavna kapping ímillum arbeiðsgevarar í Føroyum, sum hava útlendska arbeiðsmegi og tað kann ongin liva við -serliga nú gongdin er, at arbeiðsloysið veksur.
Ingeborg Vinther staðfestir, at føroysku fakfeløgini fara at fylgja neyvt við gongdini tí sosiala dumping fara tey rætt og slætt ikki at góðtaka.
Hon vil ikki siga, hvat fer at henda, skuldi tey varnast sosiala dumping.
- So fara vit at brúka tey amboð vit hava, tí tað verður ikki góðtikið, sigur hon
Spurningurin hevur eisini verið umrøddur í Løgtinginum og Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum ivast í um tað er rætt at lóggeva á økinum, tí tað eigur ikki at lóggevast meiri enn neyðugt.
Hann sigur, at tað kemur at standa beinleiðis í sáttmálanum, at føroyskir sáttmálar verða hildnir og í neyðugan mun skulu ráð og stovnar hava eftirlit við at, so verður.
Hann váttaði tó, at hann fer at umhugsa at lóggeva á økinum. Vit fara at fygja væl við og verður tað neyðugt við lóg, verður hon gjørd, sigur Johan Dahl.
Kári á Rógvi staðfesti, at tað einasta, sum kann seta Hoyvíkssáttmálan til viks, er ein løgtingslóg og at rundskriv munar lítið.