FPU: Óhoyrdur atburður móti trúgvum starvsfólkum

Thilde Waast

 

Flyvebranchens Personale Union, FPU, ger viðmerking til málið um uppsøgdu flogternurnar hjá Atlantic Airways:

 

 

Flogternur og flogskiparar hjá Atlantic Airways meldaðu seg seinasta heyst inn í FPU. Hetta við ynski um at verða ein partur av størri felagskapi, og at vera á jøvnum føti við teirra arbeiðsgevara.

 

Ynski um eitt gott samstarv endaði brádliga, tá Atlantic Airways í síðstu viku segði upp næstforkvinnu og forkvinnuna fyri Súlan, sum er felagið hjá flogternunum og er ein partur av Flybranchens Personale Union, FPU. Eftir eina viku við hektiskar gongd, eru FPU nú bara enn vísari í, at uppsøgnirnar komu, tí tær uppsøgdu vóru talsfólk fyri hinar flogternurnar í felagnum.

 

”Vit hava ikki sæð eitt einasta prógv. Harafturímóti hava vit møtt einum felag, sum á ósakligan og villleiðandi hátt útstillar starvsfólk í miðlunum. Starvsfólk, sum knappliga eru vorðin ”illoyal”, tá tey nú ynskja at semjast um nýggjan sáttmála. Tað er stutt sagt langt úti,” sigur Thilde Waast, forkvinna í FPU.

 

Uppsagdar uttan grund

 

Uppsøgnirnar hava skelkað allan starvsfólkahópin og ikki minst uppsøgdu álitisfólkini Mariu Berg Hansen og Eyðgunn Rasmussen. Uppsøgnirnar komu á einum fundi í síðstu viku, har sakførarin hjá FPU, Jan Gam, var við.

 

Á fundinum vóru tey bæði álitisfólkini uppsøgd við tí grundgeving, at leiðslan metti hugburðin, sum forkvinnan og næstforkvinnan høvdu móti felagnum, vera keðiligan.

 

”Maria og Eyðgunn eru fyri okkum at síggja sum fyrimyndarlig starvsfólk, uttan eina einastu átalu. Eg bað tí felagið um at føra fram ítøkilig dømi um, at báðir limirnir hjá okkum hava víst tann tvíhildna keðiliga hugburðin. Men arbeiðsgevarin vildi hvørki lýsa hetta gjøllari ella koma við nøkrum ítøkiligum,” sigur Jan Gam.

 

Felagið á skiftandi kós

 

Á einum fundi í gjár, 26. juni, førdi Atlantic Airways nú heilt nýggjar orsøkir til uppsøgnirnar. Men heldur ikki hesar orsøkir vildi felagið skjalprógva, samstundis sum bæði FPU og starvsfólkini púrasta vístu ákærunum aftur. Tað er nú eisini greitt at leiðslan og arbeiðsgevararnir nú knappliga vilja luttaka í samráðingum við FPU og flogternurnar, sum sjálvsagt ikki tora at standa einsamøll yvir fyri leiðsluni, eftir uppsøgnirnar av talsfólkunum.

 

Framstigini á fundinum hava tó lítlan týdning, tá stjórin í felagnum, Jóhanna á Bergi, eftir fundin í gjár valdi at senda eitt tíðindaskriv til miðlarnar, har partarnir annars náddu til eina semju. Í tíðindaskrivinum leggur felagið enn einaferð eftir flogternunum og ikki minst Mariu og Eyðgunn á ein ótespiligan og ósakliga hátt.

 

”Tað er sera átaluvert. Tey hava onki at hava tað í. Onki skjalprógv og ongar veruligar grundgevingar til uppsøgnirnar. Á fundinum samdust partarnir um at fáa gongd á samráðingarnar, og vit samdust um at gera eina rættvísa avtalu fyri tær uppsøgdu. Men beint ímóti øllum avtalum, fara tey út í miðlarnar og kasta runu eftir teimum uppsøgdu og FPU,” sigur Jan Gam, um tíðindaskrivi, sum felagið sendi út aftaná fundin.

 

FPU og flogternurnar eru vónbrotin

 

FPU eru sera vónbrotin av tí óneyðugu neiligu gongdini. Í løtuni bíðar FPU eftir eini avsannan frá felagnum, og samstundis kannar FPU í løtuni møguleikarnar fyri at leggja sak við ein danskan dómstól, av tí at tær báðar uppsøgdu, hava støð í Keypmannahavn, og tískil hoyra undir danska lóggávu.

 

”Vit meina at tað er talan um uppsøgnir vegna fakfelagsviðurskifti, sum felagið nú roynir at fjala sum eina uppsøgn vegna samstarvstrupulleikar. Tað halda vit ikki er álitisvekjandi,” sigur Jan Gam, sakførari hjá FPU.

 

Natalie Videbæk Munkholm, lektari og ph.d. við Aarhus Universitet, meitir, at uppsøgnirnar eru í stríð við altjóða mannarættindi.

 

FPU vónar tó, at felagið hugsar seg um, so samráðingarnar um nýggjan sáttmála kunnu koma í gongd, og at ein virðilig avtala fæst um tær uppsøgdu.