Landsstýriskvinnan í almannamálum er sannførd um, at Fountainhúsið fær pengar, eisini næsta ár og í 2016.
Eitt føroyskt Fountain Hús verður nú veruleiki. Fyrrapartin er ein royndarverkætlan farin av bakkastokki. Talan er um eitt arbeiðsrættað tilboð til fólk, sum eru sálarsjúk ella hava sálarligar trupulleikar.
Les eisini: Tvær milliónir til Fountainhús
Royndarverkætlanin hevur fingið játtað tær tvær milliónir krónurnar, sum eru settar av á fíggjarlógini í ár. Lýst varð eftir umsóknum í januar, tríggjar umsóknir komu inn, men bara tann eina varð mett at lúka treytirnar.
Talan er um eina royndarverkætlanini í trý ár, men tað er treytað av, at játtan er á fíggjarlógini í 2015 og 2016 til endamálið, og at verkætlanin annars framhaldandi lýkur treytirnar.
- Eg meti avgjørt, at politisk undirtøka er fyri at játta pengar til ætlanina, eisini næstu árini, sigur Annika Olsen.
Hoyr samrøðu við Anniku Olsen við at trýsta á pílin undir myndini.










