Copa América, ið er suðuramerikanska svarið upp á EM, verður leikt í Chile í hesum døgum. Vertirnir, Chile, eru byrjaðir væl, tí at vertirnir hava fýra stig aftaná tveir dystir. Ein av størstu stjørnunum hjá Chile er Arturo Vidal, sum eisini hevur skorað trý mál higartil í kappingini. Nú er Arturo Vidal tó komin í trupulleikar.
Arturo Vidal var nevniliga partur av einum ferðsluóhappi uttanfyri høvuðsstaðin í Chile, Santiago. Sambært miðlum úr Chile koyrdi Vidal heili 160 km/t, og eisini hevði hann eina promillu á 1,2, ið sjálvjandi er ein nógv ov høg promilla. Ferðsluóhappið spældi tó væl av á tann hátt, at ongin kom til stórvegis til skaða. Fótbóltsstjørnan hevur biðið um umbering á tíðindafundi.
- Eg eri sera keddur av tí, sum eg havi gjørt. Eg vil siga orsaka við mínar liðfelagar, landsliðsmanningina og alla tjóðina. Eg havi svikið tykkum øll, segði Arturo Vidal við tárum í eygunum á almennum tíðindafundi, sambært spanska Marca.
Fótbóltssambandið í Chile hevur ikki valt at gera nakað við støðuna. Svarið hjá fótbóltssambandinum er, at hendingin er hend í frítíðini hjá leikaranum, og tí ger chilenska fótbóltssambandið ikki meira við støðuna.
Hóast hendingina verður kortini væntað, at Vidal aftur verður at síggja á landsliðnum hjá Chile í næsta dysti, tá ið teir leika ímóti Bolivia.