Heimsins besti fótbóltsspælari í 2013, Cristiano Ronaldo, hevur nú víst seg frá síni bestu síðu.
Cristiano Ronaldo hevur bjóðað seg at gjalda fyri skurðviðgerðina hjá einum 10 mánaðar gomlum drongi.
Drongurin, ið kallast Erik Ortiz Cruz fær upp til 30 epileptisk anføll hvønn dag og tað einasta, ið kann hjálpa dronginum er ein skurðviðgerð.
Familjan hjá dronginum er ikki før fyri at gjalda skurðviðgerðina sjálv, ið verður mett til at kosta umleið 450.000,- føroyskar krónur.
Leikarin var av fyrstan tíð spurdur um hann kundi geva eina fótbóltstroyggju, umframt einar fótbóltsskógvar hjá sær, sum síðani kundi verða selt á uppboðssølu. Men Cristiano Ronaldo vildi fara eitt fet víðari og valdi sjálvur at gjalda fyri skurðviðgerðina.