Fótbóltssambond siga HM-uppskotið hjá Fifa vera skaðiligt

European Leagues, sum hevur 27 lond sum limir, heldur, at Fifa fer at skaða fótbóltin við sínum uppskotum

Arsène Wenger starvast hjá Fifa og uppgáva hansara er at hava eyguni við fótbóltskalendaranum, har Fifa ætlar at fáa HM at vera annaðhvørt ár. (Arkivfoto). - Foto: Valeriano Di Domenico/Reuters

Ætlanirnar hjá Altjóða Fótbóltssambandinum Fifa um at halda HM annaðhvørt ár fær nú enn meiri mótstøðu.

Í dag sigur felagsskapurin av evropiskum fótbóltssambondum í sonevnda European Leagues vera ímóti ætlanini.

Stjórin í European Leagues, Jacco Swart, sigur ætlanirnar um at broyta fótbóltskalendaran og geva pláss fyri fleiri HM endaspølum á landsliðsstøði vera skaðiliga.

– Fifa-ætlanirnar eru skaðiligar fyri heimligu kappingarnar, spælararnar og viðhaldsfólkið, sigur stjórin sambært dpa.

European Leagues heldur, at Fifa við ætlanum sínum fer at beina fyri búskapi og ítróttarligum virðum frá heimliugu kappingunum. Tað fer at raka feløg, spælarar og viðhaldsfólk, skrivar felagsskapurin í heimasíðuni.

Í staðin fyri heitir European Leagues tl at halda fast í núverandi bygnaði við HM fjórða hvørt ár.

Verandi skipan við stuttum vindeygum fyri landsliðsfótbóltin býtt yvir alt árið eigur at halda fram, verður sagt.

Fleiri fótbóltssambond, eisini føroyska fótbóltssambandið, hava sagt seg vera ímóti ætlanini.

European Leagues er ein felagsskapur við bestu kappingunum úr 27 evropiskum londum.

/ritzau/

 

 

 

Arsène Wenger starvast hjá Fifa og uppgáva hansara er at hava eyguni við fótbóltskalendaranum, har Fifa ætlar at fáa HM at vera annaðhvørt ár. (Arkivfoto). - Foto: Valeriano Di Domenico/Reuters