Forvitnisligur fyrilestur í Hoyvík

Í kvøld verður áhugaverd Miðvika í Hoyvíkar kirkju. Tá fer Jákup Reinert Hansen at halda fyrilestur.

Í kvøld klokkan 19.30 verður áhugaverd Miðvika í Hoyvíkar kirkju. Tá fer Jákup Reinert Hansen, lektari, at halda fyrilestur um evnið "Nú orki eg einans at røra mín penn - Mikkjal á Ryggi í Hoydølum".

 

Nakrir sálmar hjá skaldinum verða eisini sungnir. Hetta eru sálmar frá tíðarskeiðnum, tá Mikkjal búleikaðist á Bróstsjúkrahúsinum.

 

11 tey seinastu árini, hann lividi - árini 1945 til 1956 - var Mikkjal á Ryggi á Bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum. Framvegis var hann tó sera virkin, og hesari tíðini í lívi Mikkjals fer Jákup Reinert Hansen at greiða frá.

 

- Vit fara at hoyra um nøkur av teimum mentanarligu avrikum, hann framdi undir hesum umstøðum, sigur Jákup Reinert Hansen, sum hevur stóra vitan um skaldið. Saman við Heina F. Petersen, hevur Jákup givið út "Mikkjalsbók".

 

Fyrilesturin og sálmasangurin verða uppi í kirkjuskipinum, og aftaná verður ein drekkamunnur í kirkjukjallaranum. Tá hava fólk eisini høvi at seta spurningar.

 

Viðhefta mynd av Jákupi Reinert Hansen er tikin frammanfyri gamla Bróstsjúkrahúsið í Hoydølum.

 

Nú er hetta ein partur av Føroya Studentaskúla í Hoydølum.