Seinastu landsliðsúttøkurnar í fjør, og fyrstu úttøkurnar, nú vit skriva 2007, hava havt eitt felagseyðkenni. Sæð í mun til fyrstu úttøkurnar, sum Jógvan Martin Olsen framdi, er meðalaldurin á liðunum hækkaður nakað. Ikki minst tí spælarar sum Mikkjal Thomassen og Sámal Joensen nú eru aftur á liðnum. Mikkjal fyri fyrstu ferð, síðani hann ikki vildi góðtaka revsing frá Allani Simonsen fyri 10 árum síðani, og Sámal fyri fyrstu ferð í eini fimm ár. Ein steðgur, sum uttan iva hevði við sær, at mong høvdu avskrivað hann frá landsliðsfótbólti.
Skaðar endavendu øllum
Spurdur, hvørt hetta er ein avleiðing av, at úrslitini ikki vóru so góð, sum vónirnar vóru tað fyrstu dystirnar, sigur Jógvan Martin, at hetta snýr seg um tvær síður av somu søk.
- Skal eg leita til byrjanina, so helt eg, at liðið sýndi sera góðir taktir í Póllandi, sum var fyrsti veruligi venjingardysturin hjá mær sum landsliðsvenjara.
- Men tað, sum síðani hendi, var mest sum óhoyrt. Føroyar hava eitt avmarkað tilfeingi, og veruleikin var, at eg misti mest sum allan bulin á liðnum eftir hetta. Súni, Jón Rói, Andrew, Julian og Ingi fingu allir drúgvar skaðar, og tað merkist. Hetta vóru jú fimm spælarar, sum allir vildu talst millum teir fyrstu ellivu.
- Leggur tú so afturat, at royndir spælarar sum John Petersen og Pól Thorsteinsson takkaðu fyri seg undan hesi undankappingini, hóast teir kundu verið góðir stuðlar, og at Óli Johannesen var burturfrá í tveimum av fýra undankappingardystum í fjør, so skuldi tað ikki verða lætt.
- Eg skal avgjørt ikki brúka hetta sum nakra umbering fyri úrslitunum í fjør. Men hesir skaðarnir broyttu fortreytirnar fullkomuliga. Vit stóðu við einum liði, sum í stóran mun vantaði altjóða royndir, og tað vísti seg eisini at kosta, tí vit raktu eitt sera lágt botnstøði í dystunum móti Georgia og Skotlandi.
Tóku kjansin
Sæð í ljósinum av laku úrslitunum, so valdi Jógvan Martin at broyta úttøkuna nakað. Tað var kanska ikki so væleydnað, tá Julian Johnsson varð tikin við til Skotlands, men tá Mikkjal Thomassen loksins fekk sína fyrigeving undan dystinum móti Litava, var hetta framúr væleydnað.
- Í bakspeglinum skuldi eg kanska gjørt hetta longu fyrr á árinum, men tað er so eitt val, sum verður tikið. Hinvegin skal sigast, at Mikkjal avgjørt gjørdi tað gott, tá hann kom inn í hitan.
Og í vár var Sámal Joensen so aftur í hópinum?
- Tað er sum so eisini á sama hátt. Slíkir spælarar kunnu við sínum royndum lyfta botnstøðið á liðnum, og tað er altíð nakað, sum tørvur verður á. Og gera teir eitt gott arbeiði, so verða teir avgjørt ikki avsettir uttan víðari.
- Hvussu úttøkurnar í vár høvdu sæð út, um allir hesir skaðarnir ikki høvdu verið, kann eg einki siga um. Men tær kundu væl verið øðrvísi, tá eg at byrja við hevði ein miðvøll við Súna og Inga í huganum. Men tað er slíkt, sum støðugt broytist. Nú høvdu vit so Fróða í miðverjuni á La Manga, og tað arbeiðið røkti hann væl. So tað kann eisini geva nakað av høvuðbrýggi, tá liðið skal setast, endar Jógvan Martin Olsen.









