Meirilutin av veljarunum í Taiwan valdu í gjár Ma Ying-jeou (myndin) til forseta eitt fýra ára valskeið afturat. Samstundis hevur flokkurin hjá forsetanum fingið meiriluta í tjóðartinginum.
Eygleiðarar tulka valúrslitið sum eina fráboðan um, at fólkið í Taiwan vil hava størri politiskt og búskaparligt samband við Kina. Í sigursrøðu síni segði tann afturvaldi forsetin, at tey næstu fýra árini verður sambandið millum Taiwan og Kina ment við støði í, at partarnir hava álit á hvør øðrum.
Amerikanska stjórnin hevur ynskt Ma Ying-jeou tillukku við valsigrinum. Tað hevur kinesiska leiðslan ikki gjørt, men stjórnin í Beijing sigur í einari kunngerð, at fólkið í Taiwan hevur tikið undir við friðarligari menning tvørtur um Taiwan Sundið.