- Eg havi ikki ræði til at útinna ta vald, sum eg eri valdur til.
Soleiðis tók Høgni í Stórustovu, FSF-forseti til, tá hann í brævi til føroysku fótbóltsfeløgini kallaði til fund í FSF-húsinum. Ein fundur, sum verður á miðdegi í morgin.
Verður hugt at viðtøkunum hjá FSF, so stendur eisini greitt, at formaðurin í løtuni er í eini fastlæstari støðu, sum hann illa fær loyst sjálvur.
Grein 36 í lógunum fyri FSF staðfestir skyldur forsetans, og millum annað stendur at lesa:
a) Gjøgnum aðalskrivstovuna at seta avgerðir hjá aðalfundinum og starvsnevndini í verk;
c) at hava eftirlit við arbeiðinum hjá skrivstova FSF?s;
Sjálvur metir forsetin, at hann eigur at síggja skjalatilfarið og samskiftinum í skjótt víðagitna málinum um atgongumerkjasøluna hjá aðalskrivaranum.
Samstundis skal hann sum forseti útinna tær avgerðir, sum meirilutin í starvsnevndini semist um. Og í hesum førinum innibera tær ikki, at aðalskrivarin skal krevjast eftir nevnda skjalatilfari.