Forsetavalið í Peru

Bogi Eliasen, cand.scient.pol

Sunnudagurin 9. apríl var valdagur í Peru. Ikki hevur verið nógv at hoyrt um hetta valið, m.a. tí at valið í Italia hevur tikið allan breddan. Men val var henda dagin til peruanska tingið, fyrsta umfarið av forsetavalinum og val til andinska felagsskapin. Sum verða man, fær forsetavalið eisini størst áhugan, men valið til tingið er eisini umráðandi, um forsetin skal hava møguleika at hava eina arbeiðsføra samgongu aftanfyri seg.
Forsetar á breddan
Peru hevur við seinastu forsetum sínum eisini megna at rakt tíðindabreddan fleiri ferðir. Flestu hava hoyrt um fyrrverðandi forsetan Fujimori. Fyrst fekk hann skil á landið, eftir mikið óskil aftaná m.a. núverandi forsetavalevnið Alan Garcia, ið koyrdi landið á heysin. Fujimori hevur verið á breddanum fyri at seta konu sína í húsavarðhald, fyri at verða eirindaleysur ímóti yvirgangi ella vápnaðum mótstøðubólkum og fyri at fáa skil á búskapin, men síðan var hann kjølhálaður fyri ógerðir so harðar, at tær tykjast óveruligar. Trýstið á hann gjørdist so hart, at hann at enda hoppaði av og flýddi til Japans. Hann hevur tó roynt at sleppa framat valdinum aftur, men sum eftirlýstur maður, bleiv hann tikin í Kili og hevur Peru biðið um at fingið hann útflýggjaðan.
Toledo
Aftaná at Fujimori flýggjaði, sat fyrst ein fyribilsstjórn og síðan vann Alejandro Toledo forsetavalið, har serliga Alan Garcia, mundi koppað honum. Toledo var ein av høvuðsmonnum at fáa Fujimori frá, og er hann fyrsti forsetin við indianskum uppruna í sær, ella cholo sum tað eisini verður kallað. Hann var tí eisini ein fólksins maður. Retorikkurin var eisini at hava Peru fyri Peruanar og skúgvaði hann tí elituna í fyrisitingini til viks, fyri at fáa choloar, altso síni egnu, í starv í staðin. Tað í sær sjálvum er jú vandamikið taktiskt og heldur ikki nakað hann slapp væl frá, tí elitan kendi seg hótta og vendi sær ímóti honum. At Toledo hevði fingið eina fína útbúgving í USA, var ikki nøktandi í sjálvum sær. Støðan í Peru bleiv eisini skjótt sum í øðrum londum, har fólksligar mótmælisgongur hava rikið forsetar burtur, at fólkið vil síggja úrslit, og tí hvarv kann góða undirtøkan hjá Toledo.
Í fongsul
Í Peru kann forsetin nú bert sita eina setu, og hann er tí ikki við í dystinum at gerast komandi forseti, eitt stríð sum langt síðani er byjað. Í hesum sambandi hava flestu helst hoyrt um at Fujimori royndi at sleppa framat aftur forsetasessinum og ætlaði at stilla upp. Og eins løgið tað kann tykjast, so hevur Fujimori, hóast ovurstór mistøk og ræðurleikar, gjørt intriv sum fólk ikki gloyma, m.a. við at leggja dent á útbúgving eisini á fjarsktonum smáplássum. Men valdystur hansara er higartil endadur í einum kilenskum fongsli. Fujimori er eftirlýstur og Peru krevur hann útflýggjaðan. Men hann ætlar sær sjávlsagt at vinna komandi val.

Valevnini
Valevnini hava verið nógv, men tey sum benanvegin hava gjørt, nú valdysturin av álvara byrjaði, hava verið fyrrverðandi forsetin Alan Garcia úr tí søguliga Apra flokkinum, Lourdes Flores sum er konservativ og so tann politiskt ókendi Ottala Humala.

Alan Garcia
Alan Garcia sat sum forseti frá 1985-90 og hann var fyrsti forsetin frá søguliga apraflokkinum. Vónirnar vórdur stórar, tí flokkurin søguliga bardist fyri at basa mutri, men Garcia var eitt stórt vónbrot. Tá hansara skeið var runnið, var peruanski búskapurin í sori, hyperinflatión valdaði, at kalla alt seriøst fíggjarvirksemi flýggjaði úr landinum og ikki fyrrenn nú eru altjóða fíggjarstovnar av álvara á veg inn aftur í landið. Eisini var hann ákærdur fyri brot á mannarættindini eins og tíðin undir honum var merkt av yvirgangi og óskili. Tí átti hann ikki at havt ein kjans, men hann var nær um at vinna á Toledo seinast, og tí var tað heldur ikki óvæntað, at hann er millum tey fremstu. Hann hevur lagt seg eftir at fáa aktvøður frá teimum ungu, sum ikki minnast hansara óskil og so frá kvinnum. Hann hevur lovað at seta eins nógvar kvinnur sum menn sum ráðharrar, men eisini hevur hann lagt dent á at Peru má leggja seg eftir at fáa útlendskan váðafúsan kapital inn, fyri ikki at enda sum eitt kilenskt hjáland, og tí skal lata seg upp fyri umheiminum.

Lourdes Nano Flores
Lourdes hevur havt sæti á tingið í nógv ár og er tí ein partur av politisku elituni. Hon hevur lagt dent á at fáa betra korini hjá smærri vinnurekandi, og hevur hon eisini stuðul úr vinnulívininum. Sum kvinna hevur hon sjálvsagt kvinnuligan stuðul og lovað at berjast fyri javnstøðu.

Ollanta Humala
Humala er ein fyrrverandi generalur sum kom á breddan í Peru, tá hann royndi at gera eitt hernaðarkvett ímóti Fujimori í 2000. Tað miseydnaðist. Humala er hart ímóti júst undirritaðu fríhandilsataluni við USA og hevur sagt seg vilja endurskoða avtalur við útlensk feløg eins og hann vil hækka skattin á málmvinnuni, so rávevnini koma peruanum til góðar. Hann hevur serliga stuðul frá teim fátækstu, sum síggja hann sum eitt veruligt alternativ til vanligu valdselituna, sum lovar og lovar, men ikki ger nakra broyting. Hann kann tí sammetast við Evo Morales í Bolivia og Hugo Chaves í Venezuela. Hann hevur eisini fingið ábreiðslur fyri at hava framt brot á mannarættindi, tá hann sum generalur bardist móti Lýsandi Rásini. Humala er uppruna peruani og fær tí eisini størri álit frá teimum fátæku.
2. umfar
Sum sagt var valið 9. apríl. Um eitt valevni fær meira ein 50% av atkvøðunum, gerst tað valevni forseti. Um ikki skal eitt annað umfar verða millum tey bæði fremstu valevnini. Annað umfar í Peru verdur 7 mai. Valið 9. apríl var eisin væl til peruanska tingið og til Andinska felagsskapin.
Higartil eru um 90% av atkvøðunum til forsetavalið taldar og bendir alt á, at Humala og Garcia skulu í eitt annað umfar 7. mai. Humala hevur fingið 30,9%, Garcia 24,3% og Lourdes 23,6%. Lítil ivi er tí um at Humala fær fyrsta plássið, meðan sera tætt er ímillum Garcia og Lourdes. Tó verdur ikki roknað við at Lourdes er sterk í teimun fjarskotnum økjunum, sum enn ikki eru upptald og tey flestu hava tí óformliga staðfest, at annað umfar verður millum Humala og Garcia.
Úrslitið
Alan Garcia er kendur fyri at hava koyrt Peru á heysin og tí ikki er tann, sum av sær sjálvum hálar útlendskan kapital til landið. Meðan Humala er eitt óskrivað poltiskt blað, men hansara útsagnir um serliga samstarvið við USA bendir á, at tað ikki er útlendski váðafúsi kapitalurin sum hann fær til landið. Báðir hava teir tó spælt tjóðskaparkortið uppá hvør sín máta, Garcia við hóttanini úr Kili og Humala við hóttanini úr USA. Stuðulin til Humala má tó eisini lesast sum ein ónøgt vid politisku skipanina í Peru, ella bein sleiðis eitt misálit. Serliga tey fátæku hava einki at missa, og hava hóast lyftir ongantíð fingið nakað av broytingum, sum veruliga munaði. Morales er í Bolivia, Sanchez er í Venezuela og Lula er í Brasil.

Flestu eygleiðarar meta tó ikki, at Humala hevur nakran kjans at vinna annað umfar. Til tað hevur Alan Garcia ov nógvar royndir og floksapparatið hjá Apra aftanfyri seg. Tí er tað tragiska í hesum, at mótmælini ímóti skipanini føra til at Garcia kemur framat. Og skuldu fólk valt umaftur er lítið trúligt, at tað er tað, sum stendur ovast á ynskilistanum hjá helminginum av peruanum. Hinvegin so trúði eingin uppá at Humala hevði nakran kjans, tá farið var undir forsetavalið. Nú skulu sjálvandi tey seinastu 10 prosentini av atkvøðunum teljast, men hvørki Garcia ella Humala eru einstaklingarnir, sum við áliti og við sínum ímyndum og søgu fáa kapital til landið, men hinvegin er stuðulin til Humala eitt tekin um krav til at fáa betri samfelag og tað er uppá tíðina at veljarin krevur meira av politisku skipanini.