Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðaharri, hevur nú tikið orðið framman fyri lesandi á Fróðskaparsetrinum.
Frammanundan bjóðaði rektarin á Fróðskaparsetrinum, Sigurð í Jákupsstovu, vælkomin, og greiddi stutt frá søguni hjá Setrinum.
Hann vísir á, at í Føroyum brúka vit minni enn eitt prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til útbúgving og gransking. OECD mælir til, at samfeløg brúka trý prosent av BNP til endamálið.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, tók síðani orðið. Hann førdi fram, at Føroyar skulu satsa nógv meira uppá útbúgving og gransking.
- Eg vóni, at mínir synir fáa munandi betri møguleika at nema sær eina útbúgving enn eg hevði, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Nú hevur Helle Thorning-Schmidt orðið.