Ovasti dómstólurin í Teilandi, grundlógardómstólurin, kunngjørdi í nátt, at teir tríggir flokkarnir í stjórnarsamgonguni skulu upploysast, og tað ber so í sær, at sjálv stjórnin fær somu lagnu. Grundgevingin fyri avgerðini er, at sambært dómstólinum framdu flokkarnir svik á seinasta tjóðartingsvali.
-Úrskurðurin skal leggja lunnar undir tað politiska støðið, segði formaðurin í grundlógardómstólinum, Chat Chalavorn, tá hann hevði kunngjørt niðurstøðuna.
Úrskurðurin ber í sær, at 36 leiðandi limir í landsins politisku leiðslu og teirra millum Somchai, forsætisráðharri, verða útilokaðir frá teilendskum politikki í fimm ár. Tað samsvarar væl við kravið frá mótstøðurørsluni PAD, sum hevur kravt stjórnina frá, og at forsætisráðharrin verður ákærdur fyri svik.
Somchai hevur alla tíðina havnað kravinum um, at hann og stjórnin skulu leggja frá sær., og hansara grundgeving er, at stjórnin er lógliga og demokratiskt vald.
Undir øðrum navni
Teirm limirnir í stjórnarflokkinum, sum framvegis kunnu virka politiskt, hava longu boðað frá, at teir fara at stovna ein nýggjan flokk, og at Teiland fær nýggjan forsætisráðharra í næstu viku. Ein talsmaður hjá stjórnarflokkinum segði í morgun, at samgongan verður sitandi, men undir øðrum navni enn higartil.
Politiskir eygleiðarar í Teilandi siga, at úrskurðurin hjá grrundlógardómstólinum økir vandan fyri samanbrestum millum mótmælisfólk og viðhaldsfólk hjá Somchais. Ta seinastu tíðina hava fleiri túsund mótmælisfólk skipað fyri fleiri tilktøkum ímóti stjórnini, men í morgun vóru fleiri túsund viðhaldsfólk hjá stjórnini í gøtunum í Bangkok, skrivar Reuters.
Tá hevði grundlógardómstólurin kunngjørt sín úrskurð, og væl mannað trygdarlið stóðu á varðhaldi uttan fyri dómhúsið.