Hægstirættur í Pakistan gav í morgun løgregluni boð um at handtaka landsins forsætisráðharra, Raja Pervez Ashraf. Tað skriva pakistanskir fjølmiðlar.
Sambært rættinum skal forsætisráðharrin takast, tí at hann er ákærdur fyri fíggjarligt svik í sambandi við nakrar sáttmálar millum tað almenna og nøkur orkufeløg. Raja Pervez Ashraf (myndin) var eitt skifti orkumálaráðharri í einum landsparti, og sambært ákæruni svikaði hann fyri fleiri milliónir dollarar tá.
Sum skilst skal forsætisráðharrin møta í rættinum í morgin.
Pakistanski hægstirættur hevur samstundis givið løgregluni boð um at handtaka 15 onnur fólk.










