KT-fyritøkan Formula International ætlar sær út á europeiska marknaðin. Í tí sambandi er kapitalurin hækkaður, og nýggir íleggjarar eru komnir uppí Holding-felagið aftan fyri KT-fyritøkuna Norriq hevur fingið fimm nýggjar partaeigarar, og samstundis er partapeningurin í felagnum hækkaður, soleiðis at samlaði eginpeningurin er vorðin ein trýsiffrað milliónaupphædd. Tað sigur Eik banki á heimasíðu síni.
Høvuðsorsøkin til kapitalhækkingina er, at Norriq nú fer á europeiska marknaðin við sínum virksemi.
-Vit standa nú sterk á danska marknaðinum. Fyritøkur eru keyptar inn í okkara felag, og vit hava umleið 10.000 kundar í Danmark. Nú er klárt at taka næsta stigið, sum er at fara víðari út í Europa við okkara virksemi, og tí er brúk fyri einari kapitalhækking, sigur Torkil Holm Petersen, stjóri í holdingfelagnum, Formula Internationakapitalhækking?, sigur Torkil Holm Petersen, stjóri í holdingfelagnum, Formula International.
Eik Investment Banking hevur staðið fyri kapitalhækkingini, ið nú er avgreidd.
Hetta er ein av teimum spennandi føroysku verkætlanunum, og felagið hevur eitt stórt vakstrarpotentiali uttanlands, sigur Kristian Petersen, leiðari á Eik Investment International, við heimasíðuna hjá Eik banka.










