Formsnsstríðið í FF

Mortan Berjastein

Óli Jacobsen byrjaði stríðið við at leggja Dan undir at hava sagt seg verða í lummanum hjá reiðarunum - í tí tíðinadskrivi, sum kom í bløðini í samband við fráboðanina um, at Dan stillaði upp móti Óla.
Í tíðindaskrivinum stóð at »Dan hevur eisini tann fyrimun, at hann ikki er heftur at nøkrum reiðara« og fyri tað næsta var tað ikki Dan, ið hevði skrivað tíðindaskrivið, men undirritaði. At Óli so tulkar tað sum hann ger, er neyvan av tí at hann ikki er í lummanum hjá nøkrum reiðarum.
Fyri nøkrum árum síðani kom ein manning til skipið fyri at fara til fiskiskap, men tá hevði reiðarin biðið annað fólk, tí skipið skuldi í oljuvinnuna sum vaktarskip. Hetta hevði so við sær, at manningin sum tá var uppsøgd frá einum degi til annan átti minstuløn - í so og so langa tíð, alt eftir hvat starv hann hevði umborð - frá reiðarinum. Óli bleiv gjørdur varugur við málið, og vildi hann hava ein fund við reiðaran saman við manningini og sókanrstýrislimunum sum umboðaðu hesa somu manning. Fundurin bleiv í barnaheiminum hjá Óla, í Norðragøtu.
Spenningurin var sum so ikki stórur - tí sáttmálin segði púra greitt, hvat manningin átti - talan skuldi bert verið um ein avgreiðsluspurning, men so var ikki.
Óli byrjaði fundin við at spyrja manningina, um teir ikki kundu vera nøgdir, um teir fingu helvtina av tí teir áttu, tí reiðarin var ikki so væl fyri fíggjarliga.
Hvør segði seg ikki verða í lummanum hjá nøkrum reiðara??