Formligt samstarv millum føroyska og grønlendska universitetið

Í dag varð avtala undirskrivað millum Fróðskaparsetur Føroya og Ilisimatusarfik í Grønlandi, sum skal rudda slóð fyri samstarvi um undirvísing, gransking og fyrisiting á universitetunum báðum

Gitte Adler Reimer er rektari á Ilisimatusarfik. Her taka hon og Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, lógvatak, nú formlig samstarvsavtala er undirskriva

- Hendan avtalan skal ikki í nakra skuffu, men fremjast í verki.

 

Gitte Adler Reimer, rektari á universitetinum í Grønlandi, smíltist, meðan hon segði nakað soleiðis, tá hon og setursrektarin fyrr í dag skrivaðu undir nýggja samstarvsavtalu millum universitetini bæði.

 

Avtalan, sum í fyrsta umfari gongur yvir fimm ár, skal styrkja um bondini millum Føroyar og Grønland við tí fyri eyga at menna vitan og útbúgving í Útnorðri.

 

Ein hornasteinur í avtaluni er flytføri hjá akademiskum starvsfólki millum setrini bæði fyri at menna vitanarumhvørvið tvørfakliga. Talan kann vera um undirvísing hvør hjá øðrum í styttri tíðarskeið, gestafyrilestrar ella størri granskingarsamstørv. Universitetini ætla eisini at samstarva á fyrisitingarliga og tekniska økinum og læra hvør av øðrum m.a. um at menna útbúgvingar av felags áhuga, at styrkja um lestrarfyrisitingarnar, tryggja góðskuna í útbúgvingunum og samstarva um ph.d.-skúla.

 

Í november í fjør vóru starvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya á vitjan á universitetinum í Grønlandi. Tað var í sambandi við, at Setrið hevði fingið fígging frá Norðurlendska Ráðharraráðnum til eina verkætlan um "fyrisitingarnetverk millum smá universitet í Arktis".

 

Á arbeiðsskránni vóru verkstovur, fundir og kunning, sum høvdu til endamáls at eyðmerkja viðurskifti, sum áttu at verið fevnd av komandi samstarvi. Síðani ferðina hava partarnir samskift um innihaldið í samstarvsavtaluni, sum eisini skal styrkja báðar partar til at kunna søkja um fígging til gransking í Arktis, har áhugamálini eru felags. 

 

##med2##

 

Gitte Adler Reimer er rektari á Ilisimatusarfik. Her taka hon og Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, lógvatak, nú formlig samstarvsavtala er undirskriva

Starvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya á vitjan á Ilisimatusarfik, universitetinum í Grønlandi