Formil 1 kalendarin almannakunngjørdur

Týskarar og italiumenn mugu komandi kappingarár taka til takka við eini formil 1 koyring í heimlandinum.


Formil 1 kalendarin fyri 2007 varð avdúkaður í gjár, á honum eru 17 koyringar, altso ein færri enn í ár. Belgiska koyringin á Spa, er komin inn á kalendarin aftur eftir eitt sabbatár. Hetta merkir so, at San Marino koyringin, ið verður hildin í Italia og  evropeiska koyringin, ið verður hildin í Týsklandi, eru dotnar av kalendaranum.
 
Seinastu nógvu árini hava hesar koyringar tryggja at bilóðu tjóðirnar Italia og Týskland hava havt tvær koyringar, men við alt fleiri koyringum uttan fyri Evropa, har einki tubbaksforboð er, hevur tað leingi ligið í luftini, at hesi lond fóru at missa aðru koyringina. Tað skilst, at týska koyrinigin fer at skiftast við at vera á breytunum í Hockenheim og á Nurburgring. Meðan Monza tykist at vera fyrsta valið til italsku koyringina. Tað er tó enn væl møguligt, at 18 koyringar verða komandi kappingarár, tí millum koyringina í Bahrain 15. apríl og koyringina í Spania 13. mai eru fýra vikur, og hesin steðgur tykist ikki sannlíkur. So tað tykist, sum um samráðingar eru í gongd um, at ein koyring verður afturat, og her er San Marino koyringin ein møguleiki.
 
Av øðrum broytingum er kanska tann mest áhugaverda, at japanska koyringin flytur av Suzuki á Fuji breytina.
 
Formil 1 kalendarin 2007

Avstralia, 18. mars
Malaisia, 8. apríl
Bahrain, 15. apríl
Spania, 13. <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;maiüMonako&quot;$?$end$!$mai<BR>Monako</st1:PersonName$?$end$!$,&nbsp; 27. <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;maiüKanada&quot;$?$end$!$mai<BR>Kanada</st1:PersonName$?$end$!$, 10. juni<BR>USA, 17. juni
Frakland, 1. juli
Stóra Bretland, 8. juli
Týskland, 22. juli
Ungarn, 5. august
Turkaland, 26. august
Italia, 9. september
Belgia, 16. september
Kina, 30. september
Japan, 7. oktober
Brasilia, 21. oktober
 
Kelda: f1.com