Formansskapurin í Fólkatinginum Klaksvík

Formansskapurin hjá Fólkatinginum, sum er í Føroyum í hesum døgum sum gestur hjá Føroya Løgtingi, var og vitjaði Jógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík á miðdegi í dag.

Borgarstjórin bjóðaði teimum ein bita og aftan á helt ferðalagið fram til Fuglafjarðar, har Jógvan á Lakjuni, tingformaður var ferðaleiðar. Í Fuglafirði skuldu tey fáa eina kunning um Havsbrún og virksemið har.

Í kvøld verður boðið til nátturða í Riberhúsi í Fuglafirði, har eisini Sámal Toftanes hevur eina listaframsýning – Eisini fer kendi sangbólkurin Vega at syngja nakrar sangir fyri gestunum.

Ferðalagið úr Danmark fer av landinum aftur seinnapartin í morgin.

Í formansskapinum hjá Fólkatingsins eru Mogens Lykketoft, formaður, Bertel Haarder, 1. næstformaður, Pia Kjærsgaard, 2. næstformaður, Camilla Hersom, 3. næstformaður og Anne Baastrup, 4. Næstformaður.

Í formansskapinum hjá Løgtinginum eru Jógvan á Lakjuni, formaður, Alfred Olsen, 1. næstformaður, Gerhard Lognberg 2. næstformaður og Páll á Reynatúgvu, 3. næstformaður.

Harumframt eru fólkatingsmenninir, Edmund Joensen og Sjúrður Skaale, við í ferðalagnum.

Myndina tók Dávur Winther.