Formansfrágreiðíngin 2. partur

Klokkan átta í kvøld varð landsfundur Javnaðarfloksins settur í Samljóð í Skopun. Fundurin byrjaði við, at Jóannes Eidesgaard, floksformaður legði fyri fundin formansfráðigreiðingin, har hann m. a. nam við ríkisrættarligu støðuna:

 

2.partur

Á tvinnanda hátt er hesin landsfundurin ein søguligur landsfundur. Fyri tað fyrsta, tí hetta er fyrstu ferð, at landsfundurin hjá Føroya Javnaðarflokki verður hildin her í Sandoynni og her í Skopun. Fyri tað næsta, tí hetta er seinasti landsfundur í hesari øldini. Tað er tí við gleði og spenningi, at vit nú savnast til landsfundar her í føðibygdini hjá fyrsta formanni okkara Petur Mohr Dam. Og tað er við spenningi, at vit fara at leggja politiskar lunnar undir floksins politikk, nú vit stevna inn í ta nýggju øldina og tað nýggja ártúsundi.


Men tíðin er eisini merkt av einum broytingarráki, tá tað snýr seg um viðurskiftu Føroya við Danmørk, sum fer at krevja fólkið eftir einari støðutakan, sum lættliga fær avleiðingar langt inn í nýggju øldina. Og í kjalararvørrinum av hesum ber til at hóma annað rák, sum lættliga kann verða ein hóttan av tí vælferð, sum við tógvið stríð er vunnin her á landi.


Við vón um ein stimbrandi og mennandi fund ynskja vit øllum ein góðan landsfund.


11. og 12. sept. í fjør varð landsfundur hildin í Havn, har vit m.a. høvdu vitjan av formanninum fyri danska javnaðarflokkin Poul Nyrup Rasmussen, og hesa ferð hava vit ta gleði at kunna boða frá, at næstformaðurin Ole Stavad vitjar landsfundin í morgin, har hann fer at flyta fram røðu.




Virkisskráin


Flokkurin er farin undir eina drúgva enduskoðan og dagføring av okkara virkisskrá. Hetta arbeiðið, sum varð ætlað skuldi vera liðugt til landsstevnuna, er ikki enn komið á mál. Vit hava skipað arbeiðið í politiskum verkstøðum, har ymiskir bólkar hava sitið og viðgjørt ymsu partarnar í virkisskránni við einum tingmanni sum formanni í hvørjum bólki. Hetta hevur verið eitt ótrúliga gevandi og mennandi arbeiði, og vit ætla at halda fram við tí í vetur. Ùrslitið verður so, at vit fáa eina nýggja virkisskrá, sum floksleiðslan og ein landsfundur koma at taka støðu til.


Spurningurin er so, um henda landsstevna kann geva floksleisðluni heimild til hennara vegna endaliga at góðkenna virkisskránna. Kann hon tað, so kann nýggja virkisskráin prentast og sendast út og leggjast á heimasíðun kanska fyri jól.




Tingbólkurin


Nýggi tingbólkur floksins, harav fýra av okkum sjey vóru nývald, legði so til brots við áræði og ágrýtni. Sum andstøða á tingi verður leikluturin aloftast mest at snúgva seg um kritiska viðgerð av uppskotum frá landsstýrinum, at smíða egin uppskot og at seta fram fyrispurningar um viðkomandi aktuel mál.


Tingbólkurin hevur tikið hesa uppgávu í størsta álvara og hevur verið sera konstruktivur í sínum arbeiði. Kritiska viðgerðin av uppskotum landsstýrisns merkir ikki, at vit altíð hava atkvøtt ímóti. Tá vit hava hildið, at uppskot merkja framburð og betran av korunum hjá fólki, so hevur tingbólkurin atkvøtt fyri teimum. Eisini er komið fyri av og á, at vit saman við øðrum flokkum hava lagt uppskot fram og eisini stuðlað uppskotum frá øðrum flokkum í andstøðu.


Vit hava í farna árið lagt fram 13 tingmál, tað er bæði løgtingslógaruppskot og uppskot til samtyktar, sett fram 20 fyrispurningar.

Harumframt hevur tingbólkurin eisini verið sera virkin við at seta fram munnligar fyrispurningar. Teir hava verið 16 í tali.


Men fyrst og fremst hevur bólkurin víst orðaskiftum á tingi sera stóran áhuga og hevur aloftast havt týðandi leiklut í hesum. Vit hava nú í eina tíð roynt eina skipan við føstum framsøgufólkum, sum má sigast at hava roynst avbera væl.


Eg vil tí nýta høvið her at takka tingbólkinum fyri góða samstarvið.



Løgtingsmál


Hesi løgtingsmál hevur flokkurin lagt fram síðan ólavsøku í fjør:


?Eykajáttanarlóg til SL til Suðuroyarsiglingina. (fall við 14-1-17)

?Eykajáttanarlóg til stuðul til tónleikaútflutning. (fall)

?Uppskot til løgtingslóg um setan av stjórnarskipanarnevnd. (fall við 12-0-18)

?Uppskot til samtyktar um at heita á landstýrið um at leggja málið um javning av almannaveitingum fram. (samtykt við 30-0-0)

?Uppskot til løgtingslóg um útjaðarastuðul. (samtykt við 32-0-0)

?Uppskot til løgtingslóg um stuðul til lemmatrolarar. (fall við 13-0-16)

?Uppskot til løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum. (samtykt við 30-0-0)

?Uppskot til løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi. (fall við 13-0-16)

?Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. (fall við 13-0-14)

?Uppskot til løgtingslóg um Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. (fall við 8-6-15)

?Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkapensjón. (samtykt við 32-0-0)

?Uppskot til løgtingslóg um foreldrafráveru orsakað av barnsburð, føðing og ættleiðing. (samtykt við 28-0-0)

?Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar um dagpening vegna sjúku og barnsburð. (ikki liðugt viðgjørt)


Áhugavert er at síggja, at nøkur av okkara uppskotum eru komin í gjøgnum, harav nøkur einmælt.


Av skrivligum fyrispurningum hevir flokkurin sett hesar fram:


?HDáN: Um sjúkraflutning við tyrlu komandi vetrarhálvu.

?JP: Um løgtingslóg um Lønjavningargrunn.

?JP: Um umsiting av íslandskvotuna.

?KH: Um møguligar ætlanir at privatisera Føroya Banka.

?HDáN: Um fyribyrging móti bróstkrabba.

?JN: Um línuskipið Frøyanes.

?FA: Um samanlegging av SL og LV.

?AK: Um leiguútreiðslurnar hjá aðalstýrunum.

?JN: Um hvalaveiðu.

?SáB: Um gamlar teldur fólkaskúlanum.

?SáB. Um nýggjan fiskivinnuskúla.

?FA: Um vegin til Tjørnuvíkar.

?KH: Um játtanarmyndugleikan.

?JN: Um garnaveiðu.

?HDáN: Um sjúklingaviðgerð uttanlands.

?AK: Um sølu á uppboðssøluni.

?HDáN: Um barnaansingina.

?FA: Um tunnilin millum Hov og Øravík.

?FA: Um sigling hjá SL millum Havnina og Vág.

?FA: Um útbygging hjá Sev av Eiði 3 og Eiði 4.




Almanna- og heilsumál


Javnaðarflokkkurin hevur seinasta árið nýtt nógva orku til at reka ein aktivan andstøðupolitikk og her serliga innan almanna- og heilsuøkið.


Flokkurin fór m.a. til val uppá, at fólkapensiónin hjá teimum, ið bert hava pensiónina at liva av, skuldi hækkast munandi. Vit hava tvær ferðir lagt uppskot fram um at hækka pensiónina. Fystu ferð í des. 98 í samband við lógina um áseting av almannaveitingum. Tá mæltu vit til at hækka pensiónsviðbótina við kr. 1.300 til stakar pensionistar og pensiónsviðbótina til hvønn, tá talan var um hjún við kr. 850.


Samgongan feldi uppskotið, og segði seg koma í løgtingið á várið 99 við uppskoti um at hækka pensióninar. Enn er onki komið, bert undanførslur.


Hetta er kynisma av grovasta slag, tá hugsað verður um, hvussu væl landskassin er fyri, og flestu onnur í samfelagnum hava fingið samrátt seg seg til betri fíggjarligar umstøður. Í staðin hevur samgongan arbeitt við einum nýggjum pensiónreformi, ið gongur út uppá, at lønmótakarin skal fíggja sín egna aldurdóm. At tey, ið vinna nógv skulu hava góðar pensiónir, stuðlaðar við skattafrádrátti, meðan tey við minni inntøkum fáa minni pensión. Javnaðarflokkurin hevur ávarað og stríðst ímóti hesi gongd, ið setur egoismuna í hásætið. Tað, at øll nú skulu sæta sær sjálvum, máar støðið undan solidarisku prinsippunum, ið er ein av grundarsteininum undir vælferðarsamfelagnum.


Vit vilja framvegis stríðast fyri at varðveita og menna tær solidarisku skipaninar, samhaldsfasta og almennu fólkapensiónina. Tað kemur heldur ikki upp á tal, at flokkurin fer í eina samgongu, uttan at bøtt verður munandi um korini hjá pensionistum sum heild.


Innan almanna- og heilsuverkið vil flokkurin stíðast ímóti teimum kreftum, ið ætla at privatisera grundleggjandi almennar tænastur. Tað er ikki rætt, at einstaklingar hava vinning av almennum tænastum og uppgávum.





Útbúgvingar- og mentamál


Í nærum øllum kjaki um føroysk viðurskiftu, verður víst á, at vit enn bert hava eitt bein at standa á, og tað er fiskivinnan. Hvussu góðan byrð vit fara at hava í einum møguligum oljuævintýri, veit eingin við vissu um at siga, men dúgliga verður gitt. Tí verður um somu tíð mint á, at umframt fiskivinnuna er einasta trygga tilfeingi í landinum, tað fólk, sum her býr, og tað er her satsast skal. Børn, ung og vaksna ættarliðið er og verður trygdin fyri, hvussu okkum fer at gangast. Hetta er ikki nakar serføroyskur sannleiki, men so mikið sannari í einum landi, sum ikki hevur so nógvar streingir at spæla uppá.


Havandi hetta í huga, er fólkaskúlin grundarsteinurin undir øllum tí, sum seinni skal slóða fyri bæði útbúgvingum og førleika hjá fólki í víðastu merking. Fólkaskúlin skal framhaldandi vera okkara felags støðisútbúgving hjá øllum børnum og ungum, eins og støði hjá komandi ættarliðum og teirra mentanarfelagsskapi. Út frá tí eiga vit at laga okkara viðurskiftu soleiðis, at vit leggja áherðslu á, at okkara ungu fara undir relevantar útbúgvingar, sum gagna bæði teim sjálvum og fjøldini.


Landssstýrið ætlar í næstum at leggja fram lógaruppskot um frískúlar. Hetta er ein avbjóðing fyri fólkaskúlan. Dygdin í fólkaskúlanum skal vera á einum slíkum støði, at eingin av teirri orsøk er freistaður at velja møguligan frískúla heldur enn skúlan fyri øll.


Í tí, sum er farið av hesum valskeiðnum, hevur landsstýrismaðurin í skúlamálum lagt fram uppskot um broytingar í lógunum um yrkisútbúgvingar, yrkisskúlar og SIT-útbúgvingar, og hesum hava vit tikið undir við, eins og uppskotinum um almanna- og heilsuútbúgvingar.


Í málinum um útbúgvingarstuðulsskipan royndu vit at fáa tey 17 ára gomlu við, men tað vann ikki undirtøku.


Tað er einki at taka seg aftur í, at fyri okkum sum smátjóð er tað sera umráðandi at útbúgvingarmøguleikarnir eru góðir. Og vit mugu ásanna tann vandan, sum er at frásiga sær teir ómetaligu fyrimunir okkara lesandi hava í dag á jøvnum føti við danir, bæði fíggjarliga og fakliga.




Arbeiðsmarknaðarmál


Síðan fullveldislandsstýrið tók við í mei 1998 hava arbeiðsmarknaðarpolitisk mál havt eina syndarliga lagnu. Á tí økinum hevur samgongan ongan politikk og ongar ætlanir ? uttan ta einu, har tey fara miðvíst eftir at beina fyri eini frammanundan niðurpíndari samhaldsfastari skipan, nevnliga arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum. Javnaðarflokkurin hevur í andstøðu roynt at vart borg í hesum o.ø. arbeiðsmarknaðarpolitiskum málum. Við lógaruppskotum og fyrispurningum hevur javnaðarflokkurin herjað á og gjørt alt pensjóns- og eftirlønarmálið til eitt avgerandi prinsipielt stríð millum ta samhaldsføstu hugsjónina og ta ráðandi liberalismuna hjá samgonguni.


Javnaðarflokkurin hevur haraftrat reist málið av nýggjum at fáa eina nýggja arbeiðsumhvørvislóg setta í gildi. Men tað uppskotið var felt av samgonguni, uttan at teir kundu geva nakra sum helst ítøkiliga grundgeving fyri hesi skammiligu støðu.


Tað eydnaðist okkum tó at fáa undirtøku fyri uppskotinum um barnsburðarfarloyvi, sum fyrsta stig til barnsburðarfarloyvisgrunnin, sum landsstýrið nú sigur seg ætla at seta í verk, men ikki kann finna fíggjarligt grundarlag fyri.


Meðan øll onnur lond á okkara leiðum leggja støðugt størri áherðslu á arbeiðsmarknaðarpolitisk framtøk, til tess at vinna fram á í sosialari, vinnuligari og samfelagsligari menning, so hevur okkara landsstýrið ongan áhuga fyri slíkum. Javnaðarflokkurin hevur hinvegin boðað frá, at alneyðugt er við einum víðfevnandi arbeiðsmarknaðarpolitiskum reformi, og hava vit eisini víst á ítøkiligar tættir til ein slíkan reform.


Fyrst at nevna, sum nógv tann týdningarmesta uppgávan, er útbúgving av arbeiðsmegini, at fáa sett á stovn eina skipan við arbeiðsmarknaðarútbúgvingum, sum vaksnamannaútbúgvingar fyri tey, sum longu eru á arbeiðsmarknaðinum, men sum onga ella lítla førleikagevandi útbúgving hava fingið.


Í øðrum lagi er líka so týdningarmikið at fáa viðurkent í øllum vinnum, at støðug skipan við regluligum eftirútbúgvingartilboðum er ein neyðug fortreyt fyri, at arbeiðsmegin ikki bert skal varðveita, men eisini menna sín fakliga førleika.


Í triðja lagi eiga vit at virka ítøkiliga fyri at styrkja arbeiðsloysisskipanina sum eina solidariska skipan, sum fyrst og fremst skal veita teim arbeiðsleysu ein betri trygd fyri inntøkumiss av vinnuloysi. M.a. við at hækka útgjaldið til 90 %. Og við at gera ALS, sum í dag er alt ov passiv, til ein nógv meira virknan arbeiðsávisingarstovn.


Í fjórða lagi er tað umráðandi við nýhugsandi tiltøkum við aktiveringstilboðum, útbúgvingar- og arbeiðstilboðum, til frama fyri tey, sum gerast sosialur útjaðari ella verða hótt av útblaking, at verða kasserað.


Í fimta lagi eru tað nøkur familju- og javnstøðupolitisk arbeiðsmarknaðarmál. Har hava vit nevnt barnsburðargrunnin. Haraftrat er neyðugt at tryggja foreldrum barnaansingarskipanir, so atgongdin til arbeiðsmarknaðin ikki verður stongd av hesum.


?Tað er eisini at fáa í lag aðrar farloyvisskipanir at gagna smábarnafamiljunum.

?Tað er eisini at beina mismunin burtur, so at tímalønt foreldur kunnu fáa sama rætt sum fastlønt at verða heima hjá sjúkum børnum ávíst dagatal um árið.

?Og tað er eisini at vinna stríðið, sum nú leikar á um at fáa broytt sjúkadagpengalógina, so tímalønt kunnu fáa sama rætt sum fastlønt, til endurgjald fyri sjúku longu frá fyrsta degi.

?Og tað er at fremja átroðkandi nýggja arbeiðsmarknaðarpolitiska lóggávu, sum skal styrkja støðu verkafólksins á arbeiðsmarknaðinum.

?Her hava vit nevnt arbeiðsumhvørvislógina, sum má fáast á tingborð aftur sum skjótast.

?Tað eru fleiri lógartiltøk at verja støðu løntakaranna viðvíkjandi setanar- og uppsagnartreytum.

?Og lat heldur ongan iva vera um, at tað fakrørslan framvegis eigur javnaðarfloksins fulla stuðul í andstøðuni móti at lata seg tvangsbinda við høvuðsavtalum og arbeiðsrætti.

?Og lat okkum enda henda partin vísandi á ta sannroynd, at til tess at fremja henda politikk er meira neyðugt enn nakrantíð við einum álitisfullum og tøttum samstarvi millum fakfeløgini og javnaðarflokkin. Vit hava báðir partar brúk fyri hvørjum øðrum, og einans í samstarvandi felag við hvønn annan vinna vit fram á felags mál.



Vinnumál


Javnaðarflokkurin harmast ta gongd, ið verið hevur tey seinastu árini, við at fiskirættindi eru blivin meir og meir umsetilig, sum so hevur ført til, at bæði fiskirættindir og skip aftur samlast á færri og færri hondum.


Frá javnaðarfloksins síðu bleiv víst á, at henda gongd fór serliga at raka útjaðaran.



Tíverri fingu vit rætt, og tá sitandi samgonga hevur við í samgonguskjalinum, at fiskirættindi skulu gerast meira umsetilig, so kann ikki væntast nakar bati her í bræði. Men javnaðarflokkurin fer framhaldandi at stríðast ímóti, at peningastovnar og nakrir fáir einstaklingar á henda hátt aftur fáa einaræði á Føroya lands ognum.


Nú fiskiskapurin, serliga hjá útróðrarbátum, er í minking, er meira neyðugt enn nakrantíð at tryggja útróðrarmonnum eina nýtiliga inntøkutrygd vetrarhálvárið.


Javnaðarflokkurin eigur at verða upp á vakt og krevja nærri frágreiðing, hvat meint verður við, tá sagt er í Hvítubók (síða 102, 3. reglubrot): ?Hugsast kann, at møguleiki er fyri, at fiskivinnan kann gerast ein enn størri inntøkukelda í almennu kassarnar, enn hon er nú. Hetta má gerast gjøgnum tillagingar í fiskivinnuni, soleiðis at tað slepst undan at gjalda út minstuløn o.t.?


Eitt av stórmálunum, sum vegna ósemju í samgonguni, enn liggur á láni, er tann neyðuga endurnýggjanin av fiskiflotanum.


Í fjør vórðu avsettar 40 mió. á fíggjarlógini til hetta endamál, og í ár er sama upphædd avsett, uttan at nøkur króna er nýtt.


Tað, at henda upphædd stendur á fíggjarlógini uttan nakra politiska semju um, hvussu skal farast fram, ger helst, at teir, sum kanska kundu farið í holt við eina varisliga endurnýggjan av feskfiskaflotanum, helst drála á, tí greiða ikki fæst á leiklutinum hjá tí almenna í hesum máli.




Útjaðarapolitikkur


Ein av stóru uppgávunum í politiska arbeiðinum komandi tíðina verður at skipa ein langtíðarpolitikk fyri útjaðaran soleiðis, at livikor og møguleikar í útjaðaranum verða munandi bøttir.


Hetta er ein stór avbjóðing hjá okkum í javnaðarflokkinum. Gongdin nú er, at nógv av tí yngra fólkinum flytir til miðstaðarøkið, ikki sum fyrr fyri at fáa eina útbúgving fyri síðani at venda heim aftur, men tíverri velja nógv at verða búgvandi í miðstaðarøkinum.


Henda gongd vil um fá ár gera støðuna í útjaðaranum sera álvarsliga.


Ein av høvuðsorsøkunum til skeivu gongdina eru vantandi møguleikar hjá vælútbúnum fólki at venda heim aftur til eitt starv í heimstaðarøkinum.


Í eini tíð, hvar tøknin er so framkomin, at bústaður ikki er avgerandi fyri at kunna gera brúk av hesi, er spurningurin einans um at tora at taka politiskar avgerðir, sum innibera, at arbeiðspláss eisini kunnu skapast til vælútbúgvið fólk, sum vendir aftur til útjaðaraøkið eftir lokna útbúgving.


Ein komandi samgonga, sum aftur kann átaka sær uppgávur, sum koma okkum við, eigur at leggja doyin á ein aktivan útjaðarapolitikk. Tað hevði verið munandi meira rímiligt at havt ein landsstýrismann í útjaðarmálum heldur enn í sjálvstýrismálum.