FSF-val
Tosið eftir formansvalið í FSF-húsinum leygardagin var nógv. Millum tað, sum ofta varð havt á munni var atkvøðan, sum Óli Holm at enda gav sær sjálvum. Fleiri vóru ónøgd við, at formaðurin á henda hátt hevur ein eyka møguleika, men í veruleikanum var henda »eyka« atkvøðan óneyðug.
Meirilluti skal fella
Grein 7 í reglunum hjá FSF staðfestir nevnliga, at skuldi Birgir Enghamar verið valdur til formann, so » skal meira enn helmingurin av teimum møttu, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri.«
Tí er næsta reglan í somu grein » Stendur á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi« bara galdandi, tá talan er um tvey nýggj uppskot. Tað vil siga, at var sama javnstøða galdandi fyri tveimum árum síðani, tá tvey valevni dystaðust um sessin, sum stóð leysur eftir Dánjal Andreasen, so var tað tá follið Dánjali í lut at peika á avlosyara sín. Er talan um javnstøðu, og annað av evnunum er sitandi limurin, so ber tað ikki til matematiskt, at tað stendur á jøvnum, samstundis sum ein meiriluti er fyri nýggja evninum.
Tað er eisini ein av grundreglunum í modernaðum demokrati'i, at fyri at fremja eina broyting, so krevst, at ein meiriluti av møttu atkvøðunum er fyri at fremja broytingina. Eitt ímyndað dømi kundi verið, um t.d. FSF-nevndin hevði atkvøtt blankt á aðalfundinum. Tá kundi støðan verið, at Birgir Enghamar hevði 11 atkvøður, meðan Óli Holm hevði havt 10 atkvøður. Tá vildi Birgir havt fleiri atkvøður enn sitandi formaðurin. Men formaðurin vildi framvegis ikki havt ein parlamentariskan meiriluta ímóti sær. Og tí vildi hann ikki follið.
Talan er í so máta um eina beinleiðis paralell til stjórnarskipanarreglur, sum staðfesta rættindini til minnilutastýri, og tey í sjálvum sær hava jú ofta havt sera hepnar fylgjur fyri fólkaræðið. Ikki minst, tí meirilutin tá eisini í størri mun má lurta eftir tí, sum minnilutin førir fram.
Eitt fordømi innan ÍSF
Tað er bara komið fyri einaferð, at reglan um avgerandi formansatkvøðuna er tikin í nýtslu innan ÍSF.
Hetta var, tá nýggjur skrivari skuldi veljast í felagsskapin í 1979. Lógarteksturin um formansatkvøðuna var júst samtyktur, tá atkvøðast skuldi um skrivaran. Tvey valevni høvdu tá fingið eins nógvar atkvøður, og tí mátti nýggja reglan takast i nýtslu mest sum alt fyri eitt.
Til stuttleikar kann nevnast, at ÍSF-formaðurin ta ferðina var Jógvan Arge, sum leygardagin var orðstýrari hjá FSF. Skrivarin, sum hann tá setti í sessin, var Heðin Mortensen, sum stutt eftir hetta gjørdist ÍSF-forseti. Ein sessur, sum hann hevur røkt síðan. Og sum eyka krúlla kann nevnast, at teir báðir í dag sita á teimum báðum hægstu sessunum í Tórshavnar Kommunu. Tó at tað nú er Heðin, sum er omanfyri Jógvan í hierarki'num.