Eg fegnist um at fáa ein so sterkan politikara, sum Sonju Jógvansdóttir í Tjóðveldi. Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Eftir at hava verið uttannflokka í yvir trý ár, hevur Sonja Jógvansdóttir gjørt av av melda seg inn í Tjóðveldi. Hon er limur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag – men hon sleppur ikki upp í tingbólkin hjá Tjóðveldi tí tað sleppur eingin, sum ikki er valdur fyri Tjóðveldi.
Høgni Hoydal sigur, at samstarvið ímillum Tjóðveldi og Sonju Jógvansdóttir hevur verið gott, og hann fegnast um, at ein sterkur politikari, sum hon, tekur undir við tjóðveldishugsjónini, og vil virka fyri henni í verki. Tí fegnast hann eisini um, at Sonja Jógvansdóttir er sinnað at stilla upp fyri flokkin á løgtingsvalinum, sum verður í seinasta lagi 31. august.
Trýst á pílin undir Myndini og hoyr Høgna Hoydal greiða frá, hví hann ynskir Sonju Jógvansdóttir vælkomin í Tjóðveldi.