Bíblian hjá William Gibson Sloan er nú aftur í Føroyum.
Á møtinum leygardagin á árligu samfelagsstevnuni hjá brøðrasamkomuni, handaði Jógvan Zachariassen samkomuni Ebenezer Bíbliuna. William Gibson Sloan, vanliga nevndur gamli Sloan, kom til Føroya í 1865 at boða gleðiboðskapin, skrivar evr.fo.
- At Sloan hevur brúkt Bíbliuna dúgliga, sæst á mongu viðmerkingunum hann hevur skrivað á hvørja einastu síðu í henni, ivaleyst túsundtals, stendur at lesa á evr.fo.
Jógvan Zachariassen segði, at hann í fleiri ár hevði virkað fyri, at fáa Bíbliuna aftur til Føroya úr Skotlandi, tí tað var her, hon hoyrdi heima, metti hann.
Bíblian fer at verða varðveitt á Føroya Landsskjalasavni.