Forkemur fíggjarlóg samgongu?

Oddagrein:

Tað er einki óvanligt í tí, at allir limir í eini samgongu ikki eru samdir um allar lutir í einum fíggjarlógaruppskoti, tá tað fer í tingið. Men óvanligt man tað vera, at so stór ósemja er sum nú tykist vera. Sambært Sosialinum fríggjadagin eru stórar frustratiónir og ósemjur longu, áðrenn fíggjarlógaruppskotið er vorðið almannakunnugt.

 

Keldur blaðið hevur tosað við vilja vera við, at pengar eru ikki settir av til nógv umrøddu tunnilisverkætlaninar í Sandoynni og Norðoyggjum. Og hetta hevur fingið øði í fleiri tingmenn.

 

Spurningurin er, hvussu tað ber til, at fíggjarmálaráðharrin koyrir tunnlarnar út í myrkurið, tá hann veit, hvussu nógv hesir hava at siga fyri fleiri tingmenn í samgonguni! Er hetta tøkk fyri seinast í onkrum ávísum máli ella er hetta rætt og slætt tí, at fíggjarmálaráðharrin, og her man hann helst hava formenninir í hinum báðum flokkunum við sær, heldur, at tá neyðugt er at slaka í vælferðini, so ber ikki til at seta pengar av til nýggjar tunlar!

 

Til ber eisini at lesa hetta sum eina provokatión frá fíggjarmálaráðharranum móti kreftum í egnari samgongu og egnum flokki, at nú má tað røkka ella støkka. Man hann hugsa, at Javnaðarflokkurin, við vánaligu veljarakanningunum í bakhøvdinum, einki hevur at missa skuldi hann endað í andstøðu? Hinvegin kann fíggjarmálaráðharrin, formaður Javnaðarfloksins, illa liva við at skula skerja í vælferðartænastum, samstundis sum pengar verða settir av til stórar tunnilsverkætlanir.

 

Tað áhugaverda í øllum hesum er tað vald, sum ein einstakur persónur tykist hava í allari telvingini rundan um fíggjarlógir ár eftir ár, fyrrverandi løgmaður og formaður Fólkafloksins, Anfinnur Kallsberg. Við Sosialin fríggjadagin leggur hann longu upp til konfrontatión í fíggjarnevndini, áðrenn fíggjarlógaruppskotið er vorðið kent. Eins og Sandoyartunnilin er vorðin eitt hjartamál fyri Lognberg, eru tunnlarnir Norð um Fjall ikki bert eitt hjartamál fyri Kallsberg. Teir eru sjálvt tilverugrundarlagið. Soleiðis má ein kunna lesa tey signal, sum hann hevur latið frá sær nú í longri tíð. Eisini hetta veit fíggjarmálaráðharrin, sum kortini hevur frávalt tunlarnar, skulu vit trúgva keldunum. Helst veit fíggjarmálaráðharrin, at tað er nyttuleyst at stríðast móti so sterkum kreftum í samgonguni,so henda støða hansara er meira ein markering.

 

Sum sagt er tað ikki óvanligt við orrustum í eini fíggjarlógarviðgerð. Spurningurin er kortini, hvussu leingi tríggir flokkar, sum í nógvum eru so ósamdir, kunnu halda fram í samgongu. Tað, sum helst fær teir at geva seg langt fyri at kunna halda fram, er tann sannroynd, at møguleikarnir fyri at skipa fyri tryggum samgongum við øðrum bókstavasamansetingum eru ikki so nógvir. Og at taka eitt nýval bert eitt ár eftir, at samgongan varð skipað, vil uppfatast sum ein veikleiki fyri ikki at siga ein fallittavgerð. Samfelagið hevur ikki ráð til eitt val nú. Veljarin krevur av flokkunum at finna tær loysnir, sum eru so neyðugar í hesum tíðum.